Hetta var stórt vónbrot hjá B68

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, javnaði ÍF til 2-2 ímóti toftamonnum, sum síðstu løtuna vóru undirmannaðir

Síðsta bríksl í dag í Fuglafirði hevur verið. Úrslitið millum ÍF og B68 var 2-2. Tað vil siga, at liðini aftur í dag fingu eitt stig í part soleiðis, sum tey eisini fingu, tá ið tey fyri fáum døgum síðani hittuast á Svangaskarði. Tá var úrslitið málleysur javnleikur.

 

Í Fuglafirði er tað týðuligt, at heimamenninir fegnast um eitt stig, meðan toftamenn eru øgiliga vónbrotnir, og tað er ikki so undarligt.

 

Tá ið vanliga leiktíðin var farin og reiðliga tað var B68 frammanfyri 2-1. Og so var tað, at ÍF javnaði til 2-2, tá ið 94 minuttir vóru farnir. Jhon Mena spældi fram í høgru til Elivro Gelmini, sum setti innarusíðu undir bóltin, ið sigldi í bleytum boga omanfyri B68 málverjan og í málið.

 

Fuglfirðinar fegnaðust, og B68 spælararnir vóru sum runnir í stein.

 

At ÍF javnaði til 2-2 var úrslit av trýsti, sum ÍF síðstu smáu tíggju minuttirnar legði á B68, sum var undirmannað. At B68 varð undirmannað fimm minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, komst av, at innskifti Villiem Emil Klein í somu støðu tvær ferðir sá gult. Í fyrra førinum var tað, tí dómarin helt, at hann filmaði, og í seinna førinum var tað fyri at sparka bóltin burtur.

 

Brian Jakobsen var tvífaldur málskjútti hjá B68, og Elviro Gelmini var tvífaldur málskjútti hjá ÍF.

 

Hetta vóru fyrstu málini, sum Brian Jakobsen hevur skorað, síðani hann í vetur flutti til B68.

 

Tað fyrra skoraði hann, tá ið eitt korter var farið. Við nærra stólpa stýrdi hannbóltin í ÍF málið eftir flatt innlegg frá vongverjanum í høgru Fríða í Túni Petersen.

 

Fimm minuttir undan steðginum javnaði ÍF til 1-1. Málskjútti var vongverjin í høgru Elviro Gelmini, sum við høvdinum setti bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru.

 

Í síðsta minutti undan steðginum legði B68 seg aftur á odda. Tað var óføri miðverjin og liðformaðurin Áki Johannesen, sum við langari sending átti uppleggið, og tað var aftur Brian Jakobsen, sum setti bóltin í málið. Hann megnaði at skora, hóast hann hevði tríggjar mótstøðumenn kring seg.

 

Eftir steðgin gekk tað javnt á. B68 hevði møguleikar at økja um leiðsluna, og so var tað, tá ið B68 var undirmannað, at tað eydnaðist ÍF at javna.

 

Úrslitið ber við sær, at ÍF og B68 framvegis eru undir strikuni. Bæði liðini hava trý sti fyri tríggjar javnleikir.

 

 

 

ÍF – B68 2-2 (1-2)

 

0-1: Brian Jakobsen 15.

 

1-1: Elvio Gelmini 40.

 

1-2: Brian Jakobsen 45.

 

2-2: Elvio Gelmini 94.

 

Dómari: Rúni Olsen