Hetta var stórur glotti í myrkrinum

U-21 landsliðið í fótbólti: Liðformaðurin Noah Mnenéy skoraði sigursmálið, tá ið ungu føroysku spælararnir við sigri ímóti Hvítarusslandi settu flott punktum fyri hesi EM undankappingini

Noah Mnenéy var í kvøld fyri fyrstu ferð málskjútti á U-21 landsliðnum, sum vann 1-0 ímóti Hvítarusslandi

Tað hevur seinastu mánaðirnar ikki verið so hugaligt hjá landsliðnum í fótbólti. Tí er tað søtur tónleikur, nú U-21 landsliðið í kvøld vann 1-0 ímóti Hvítarusslandi á Tórsvølli.

 

Hetta var síðsti dystur í hesi EM undankappingini, og hetta var síðsti dystur hjá fleiri av teimum, sum í kvøld vóru við til at manna U-21 landsliðið.

 

Fríggjadagin vóru teir øgiliga vónbrotnir, tá ið teir tríggjar minuttir undan leikloki mistu 1-1 ímóti Portugal, sum síðstu lítlu løtuna skoraði tvey mál og vann 3-1.

 

Í kvøld stóð tað heilt nógv á í seinna hálvleiki, og sum tíðin leið, var føroyski brotsteigurin tætt fólkaður, og tað vóru nógvar støður, har tað varð blokerað og sparka burtur. Og tá ið tað sær soleiðis út, so lúrir vandin støðugt fyri, at dómarin fer at bríksla fyri brotssparki. Tað var onkra ferðina tætt við, og bólturin var einaferð á stólpanum aftanfyri føroyska málverjan.

 

Í kvøld vóru marginalirnir við, og tá ið aserbadjanski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan framvegis 1-0. Fagnaðurin var stórur í føroyska hópinum, nú tað endaði við sigri og trimum stigum, og samantalda úrtøkan í hesi kappingini er 10 stig og fjórða pláss í bólkinum.

 

Tað er ikki met, men talan er um flott avrik og úrslit og úrtøku.

 

Metið er kappingin undan EM í 2011, tá ið úrtøkan var 11 stig.

 

Í undankappingini til EM 2023 var úrtøkan 10 stig, ið er sama úrtøka, sum sigurin í kvøld ber við sær, at henda undankappingin endaði við.

 

Sigursmálið í kvøld skoraði miðvallarin og liðformaðurin Noah Mnenéy. Vongverjin í høgru Ási P. Dam átti innleggið, og við nærra stólpa og 11 metrar úr málinum var Noah Mnenéy fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum stýrdi dygst inn við stólpan.

 

Føroysku spælararnir vóru alla tíðina ógvuliga raskir. Teir vístu góðan hugburð og arbeiddi alla tíðina væl og nógv. Ari Í Haraldstovu Petersen var tryggur millum stólparnar, og í miðverjuni vóru Gullbrandur Øregaard, Børge Peteren og Elias Rusborg væl skipaðir og skilagóðir. Ási P. Dam og Martin Agnarsson vóru stinnir í borðunum, og Martin Agnarsson hevði fleiri ferðir orku við sínum skjótleika at bjóða av í álopspartinum.

 

Emil Weihe Joensen og Noah Mnenéy vóru sannir brandar í sentrala maskinrúminum, og í borðunum vóru Áki D. Samuelsen og Olaf Bárðarson við sínum góða bóltførleika góðir, soleiðis at teir dugdu at varðveita bóltin og bjóða av. Tí einu ferðina sneiddi Olaf Bárðarson seg leysan í vinstru og smekkaði úr spískum bóltin í samankomingina.

 

Jørgen Nielsen arbeiddi nógv í fremstu ódnini, og onkra ferðina var tað um reppið, at hann slapp heilt leysur.

 

##med2##

 

Føroyar – Hvítarussland 1-0 (1-0)

 

1-0: Noah Mnenéy 36.

 

U-21 EM undankapping á Tórsvølli týsdagin 15. oktober 2024 kl. 17.00

 

Dómarabólkur úr Aserbadjan: Kamal Umudlu, Namik Huseynov, Vusal Mammadov og Tural Kurbanov (4. dómari)

 

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg,  Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen (Leivur Fossdal Guttesen, 56.), Emil Weihe Joensen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 56.), Noah Mnenéy, Olaf Báðrarson (Beinir Nolsøe, 82.) – Jørgen Nielsen (Gutti Dahl-Olsen, 89.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóanes Eyðfinnson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Bergur J. Poulsen, Ejvind Restorff Mouritsen, Jens Erik Bruhn

 

Gult kort: Emil Weihe Joensen

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen

 

##med3##

 

Noah Mnenéy var í kvøld fyri fyrstu ferð málskjútti á U-21 landsliðnum, sum vann 1-0 ímóti Hvítarusslandi