Tað var málríkt, og serliga fram ímóti dystarenda var tað sera undirhaldandi og ein rúgva av málmøguleikum, tá ið Skála í kvøld hevði vitjan av ÍF.
Skála varð roknað at vera favorittur, og hetta varð roknað at vera gylt høvi hjá Paula Poulsen og hansara monnum at lyfta seg frá niðurflytingarstrikuni, sum undan hesum umfarinum bara var eitt stig burtur.
Tí var tað vónbrot hjá heimaliðnum, at tað ikki eydnaðist at vinna. Úrslitið var 3-3, eftir at Skála eina løtu í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0. ÍF vísti góðan hugburð og megnaði at reisa seg og javna til 2-2 og aftur til 3-3.
Maxwell Effiom flutti í summar úr Vágum og á Skála. Vónin var, at hann fór at skjóta mál, og í kvøld skoraði hann fyri fyrstu ferð í skálatroyggjuni. Hann skoraði øll trý skálamálini og harvið hattrikk.
Maxwell setti hol á úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr vinstru frá Atla D. Petersen, og hann økti um munin til 2-0 eftir innlegg úr vinstru frá Nicolai Dohn. Bólturin tók í træverkið og fór umvegis knæið á álopsspælaranum og í málið.
ÍF minkaði stutt undan steðginum um munin. Eftir frísparksframlegging úr vinstru frá Silas Gaard, sum Jákupi Andrias Thomsen snittaði víðari, var tað miðverjin Peter S. Ullum, sum setti bóltin í málið.
Tíggju minuttir eftir steðgin var tað Uros Stojanov, sum eftir innlegg úr høgru og við høvdinum setti bóltin í málið og so var 2-2. Símun Kalsø átti innleggið úr høgru.
Maxwell var aftur upp á spæl, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Innskifti Marjus Nón spældi í høgru, har Maxwell rann seg leysan og staðfesti hattrikið. So var 3-2 til Skála, men ÍF svaraði aftur, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Aftur var miðverjin Peter S. Ullum málskjútti. Eftir innlegg úr høgru frá innskifta Gundur E. Petersen var tað við handara stólpa, at Peter S. Ullum við høvdinum setti bóltin í málið og so var 3-3.
Dómarin legði sjey minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tá høvdu báðir partar stórar møguleikar at skora sigursmálið. Skála hevði fleiri møguleikar, men tann síðsta vann ÍF. Uros Stojanov var við handara stólpa akkurát ov stuttur at stýra bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru.
Skála – ÍF 3-3 (2-1)
1-0: Maxwell Effiom 8.
2-0: Maxwell Effiom 24.
2-1: Peter S. Ullum 42.
2-2: Uros Stojanov 54.
3-2: Maxwell Effiom 71.
3-3: Peter S. Ullum 83.
Dómari: Alex Troleis
Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Atli Djurhuus Petersen – Nicolai Dohn, Emil Rosenborg – Ari Ó. Ellingsgaard, Karl Martin Johansen, Ragnar Skála – Maxwell Effiom
Venjari: Pauli Poulsen
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Bogi Reinert-Petersen, Peter S. Ullum, Karl Løkin – Símun Kalsø, Jóhann J. Højbro, Ruben Møller-Nielsen, Tonni Thomsen – Jákup Andrias Thomsen, Uros Stojanov, Silas Gaard
Venjari: Ólavur Larsen