Hetta var vorðin sum føðingardagsgáva

Á 26 ára føðingardegnum vann Magnus Carlsen HM í talvi fyri triðju ferð

So er tað staðfest, at Magnus Carlsen framvegis er heimsmeistari í talvi. Norski heimsmeistarin er føddur 30. november. Harvið var tað á 26 ára føðingardegnum, at hann fyri triðju ferð tryggjaði sær HM í talvi. Tað gjørdi hann við í New York at vinna 3 - 1 í umdystinum ímóti russiska Sergej Karjakin. Tað var neyðugt við umdysti, tí støðan eftir tólv talv var 6-6.

 

 

Fýra talv vóru í kvøld. Eftir at tvey tey fyrstu endaðu jøvn, vann Magnus Carlsen triðja talvi. So var setningurin at halda tørn um javnleikin í fjórða talvinum, tá ið norðmaðurin hevði hvíta fólkið. Tað eydnaðist. Sergej Karjakin royndi at spenna álopsbogan. Tað miseydnaðist, Karjakin tapti, og harvið er Magnus Carlsen framvegis heimsmeistari.

 

 

Fyri trimum árum síðani – í november 2013 – var tað ímóti táverandi heimsmeistaranum, Viswanathan Anand úr India, at Magnus Carlsen vann HM fyri fyrstu ferð. Í november í 2014 eydnaðist tað Magnusi Carlsen at vinna HM finaluna. Tá varð telvað í russiska Sochi suðuri við Svartahavið. Eisini ta ferðina var mótstøðumaðurin Viswanathan Anand.

 

 

Magnus Carlsen var trettan ára gamal, tá ið hann varð stórmeistari í talvi. Í 2006 varð hann fyrstu ferð norskur meistari. Tá vann hann á lærumeistaranum Simen Agdestein í umdysti.

 

 

Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni, og í kvøld hevur Magnus Carlsen vunnið HM fyri triðju ferð.