Hetta vil Rúna ikki standa model til

- Eg kann ikki góðtaka hetta her, tí veruleikin er, at Sjálvstýrisflokkurin er tikin til gísla.

Rúna Sivertsen hevur verið mett sum eitt av fremstu valevnunum hjá Sjálvstýrisflokkinum til hetta løgtingsvalið.

Men nú má spurnartekin setast við, hvussu verður við uppstillingini.

Sjálvstýrisflokkurin hevur havt fund fyri valevnunum, men har vildi Rúna Sivertsen ikki møta.

- Eg møtti ikki, tí eg havi ikki samvitsku til hetta her. Eg kann ikki góðtaka, at nøkur heilt fá fólk hava tikið flokkin til gísla.

Hon sipar til áheitanina frá trimum limum í landsnevndini og 38 øðrum flokslimum um at fáa eykaaðalfund í flokkinum at velja nýggja formann.

Hon var sjálv ein av teimum 38 flokslimunum, sum vilja hava eykaaðalfund.

Men hesa áheitanina um eykaaðalfund hevur floksleiðslan tambað til tað seinasta og tískil verður ongin fundur fyrrenn 20. oktober, sum er níggju dagar fyri valið.

- Hetta er meiri enn eg kann standa model til, sigur Rúna Sivertsen.

Hon sigur, at hetta vísir, at eitt lógligt krav frá limum í flokkinum verður sett til viks.

- Hóast floksleiðslan hevur formligan rætt at bíða til 20. oktober, er tað ikki hetta, tey, sum vilja hava eykaaðalfund, ætlaðu.

- Vit skrivaðu beinleiðis, at vit vildu hava fundin leygardagin, so tá ið nøkur heilt fá fólk í leiðsluni noktað okkum hetta, er hetta at seta okkum til viks.

Men hon sipar eisini til faldaran frá flokkinum, sum varð borin í hvørt hús í gjár.

- Hetta er ein faldari, sum øgiliga fá í flokkinum visti um. Í honum eru myndir av fólki, sum ikki stilla upp og myndir av fólki, sum stilla upp, eru ikki við.

- Hetta vísir, hvussu skilið er innanfloks, sigur Rúna Sivertsen.

Hon vil ikki svara beinleiðis upp á, um hon kortini fer at stilla upp.

- Hetta snýr seg ikki um meg. Hetta snýr seg um, at nøkur fá fólk hava tikið flokkin til gísla og at fólkaræðiligar mannagongdir verða settar til viks.

og tað kann eg ikki góðtaka, sigur hon.

Hon fæst ikki at nágreina hetta nærri. Tað einasta, hon leggur afturat, er, at stevnuskránni hjá flokkinum bagir onki.