Hetta er tað tey hjá Landsverki hava við at gera í kavanum

Sum tað sæst, er kavin summastaðni eina manshædd, men nú er aftur koyrandi til flestu bygdir

Her eru nakrar myndir frá monnunum hjá Landsverki, sum hava grivið kava hesar seinastu dagarnar. Og sum tað sæst, hervur tað ikki verið lætt, tí summa staðni er kavin eina manshædd.

 

So tað krevur nakað av teimum, sum fara á smalar vegir í bølamyrki mitt um náttina at grava kava, so at øll vit onnur skulu sleppa aftur og fram. 

 

Árni Jacobsen økisleiðari hjá landsverki í Norðurøkinum, sigur, at tað er avgjørt eisini ein trygdarspurningur, tá ið fólk frá Landsverk fara at grava kava tá ið hann liggur so tjúkkur, og tá ið harafturat verður arbeitt í bølamyrkri, og í kavaroki og jarðroki. Serliga avbjóðandi er tað sjálvandi, tá ið vegirnir eru smalir, og tað eru teir nógvastaðni.

 

Ein mynd er úr Kalsoynni og ein er úr einum av tunlunum á Kalsoynni, har kavin liggur langt inn í tunnilin. Hinar myndirnar eru av Elduvíkarvegnum og av Gjáarskarði, og á vegnum oman til Gjáar. Teir hava grivið í allan morgun og beint nú eru teir komnir ígjøgnum til Gjáar.

 

Men Árni Jacobsen sigur, at hóast tað er koyrandi, eru líkindini vánalig. Hann mælir til at tey, sum skulu til og frá Gjógv, gera tað nú ímeðan tað er ljóst, tí líkindini eru so vánalig.

 

Beint nú, klokkan gott eitt, eru maskinførararnir á veg til Mikladals. Tað verður nakað, áðrenn teir eru komnir til Mikladals, men tað verða fleiri tímar áðrenn koyrandi verður til Trøllanesar.

 

Men sum vit skrivaðu fyrr í dag, fer veðrið aftur at versna út á seinnapartin og í kvøld, í nátt, og fyrrapartin í morgin, verður nógvur vindur, upp í storm. Men bilførarar skulu ansa serliga væl eftir, tí tað verður eisini rættiliga nógv avfall, bæði regn og vátakavi. Samstundis verður lýggjari nógvastaðni, so tað fer at koma blot í allan hendan kavan, og tað økir munandi um vandan fyri til skalvalopum og skriðulopum.

 

Fýra tær seinastu myndirnar eru frá vegastrekkinum ímillum Hvannasund og Viðareiði.

 

Myndirnar hevur Árni Jacobsen fingið frá monnunum, sum grava.

 

Les meiri um tað her: Landsverk ávarar bilførarar: Í nátt og í morgin verður tað serliga ringt

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

Her sæst, hvussu tað sær út í Kalsoynni í morgin