Eingin av teimum 29 særdu er í lívsvanda eftir spreingingina í einum toki á eini jarnbreytarstøð í London gjáramorgunin. Hetta vita vit um hendingina:
– Klokkan 08:20 boða vitni frá eini spreinging á jarnbreytarstøðini Parsons Green. Støðin er ein partur av undirgrundarbreytini í London, men sjálv støðin er oman á jørðini.
– Støðin er í útsynningspartinum av London.
– Eitt vitni greiðir frá eini eldkúlu, sum fór ígjøgnum tokið.
– Myndir á sosialu miðlunum vísa eina spann við smáum logum og leidningum og eitt brent lok.
– Løgreglan upplýsir, at spreingingin stóðst av eini heimagjørdari spreingiløðing. Fyribilskanningar hava víst, at bumban bara partvíst sprongdist.
– Nógv fólk eru særd. Nøkur hava forbrenningar, meðan onnur fingu skaða í fjáltrinum, sum stóðst, tá fólk tóku til beins av tokstøðini.
– 29 fólk, teirra millum fleiri skúlabørn, eru síðani koyrd á sjúkrahús, men eingin teirra er illa skaddur.
– Bretskar trygdardeildir hava umvegis vakmyndatólk eyðmerkt ein mistonktan, sum hildin verður at hava við spreingingina at gera.
Løgreglan upplýsir, at tey jagstra ein ella fleiri gerningsmenn.
– Hernaðarliga rørslan Islamiskur Statur sigur umvegis teirra tíðindastovu, Amaq, at tey hava ábyrgdina.
* Soleiðis gera myndugleikarnir:
– Anti-terror-deildin hjá Scotland Yard, SO15, hevur ábyrgdina av kanningararbeiðinum. Harumframt hjálpir fregnartænastan MI5 við kanningunum.
– Fleiri hundrað løgreglufólk eru við í kanningararbeiðinum.
– Í einum boðum á Twitter hevur skrivstovan hjá forsætisráðharranum upplýst, at talan er um eina yvirgangsatsókn.
– Hóttanarstøðið varð í gjár hækkað til »álvarsliga kritiskt«. Tað er tað hægsta støðið í Onglandi.
Keldur: The Guardian, AP, Sky News og Scotland Yard.
/ritzau/