Hetta vita vit um skottilburðin í Field's

Fleiri eru deyð og særd eftir skottilburð í handilsmiðstøðini Field's í Keypmannahavn. Hetta vita vit higartil.

 

Myndir: Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix

Løgreglan í Keypmannahavn hevur í kvøld hildið tíðindafund, eftir at fleiri eru rakt av skoti í handilshúsinum Field's í Ørestad í Keypmannahavn.

Her er eitt yvirlit um tað, sum vit higartil hava fingið at vita um hendingina:

* Í dag klokkan 17.36 fekk løgreglan í Keypmannahavn fráboðan um skottilburð í handilsmiðstøðini Field's á Amager. Løgreglufólk vóru alt fyri eitt send á staðið, har fleiri persónar vóru raktir av skotum.

* Løgreglan hevur handtikið ein 22 ára gamlan danskan mann fyri skottilburðin. Hann varð handtikin, stutt eftir at løgreglan kom til Field's. Hann var handtikin uttan fyri handilsmiðstøðina.

* Fleiri eru deyð og særd. Løgreglan vil enn ikki upplýsa hvussu mong.

* Løgreglan kann ikki vísa aftur, at tað eru fleiri illgerðarmenn, men løgreglan hevur í løtuni ikki upplýsingar, sum benda á tað.

* Nógv fólk, sum vóru í Field's, runnu út úr handilshúsinum. Tað vísa myndir og video.

* Tungtvápnað løgregla hevur verið og er enn í kvøld vælmannað á staðnum við Field's.

* Løgreglan er í kvøld eisini væl mannað í øllum Keypmannahavn og Sælandi.

* Løgreglan kann ikki afturvísa, at talan er um yvirgang.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

/ritzau/

 

Myndir: Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix