Hevði eina góða kenslu áðrenn Turkalandsdystin

(Frá Rás2) Hoyr roynda fótbóltsspælaran, Malenu Josephsen taka samanum frálíka avrikið hjá kvinnulandsliðnum

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur vunnið nógv stig, og hevur nógv hjørtu kring alt landið, har fólk hávirða kvinnurnar fyri teirra ótrúliga hugburð og stríðsvilja, har tær í tveimum førum komu sterkt aftur aftaná at hava verið aftanfyri 0-1, bæði ímóti Montenegro og Turkaland.

 

Ein av teimum, sum er mest fegin um avrikið hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og víðari luttøkuna í HM-undankappingini er KÍ-legendan, Malena Josephsen, sum enn tekur síni tøk á fótbóltsvøllinum. Malena Josephsen greiðir frá, at hon hevði eina góða kenslu áðrenn dystin ímóti Turkalandi, og hon hevði sett pening uppá, at Føroyar fóru at vinna fyrra hálvleiki, og javnleik í seinna hálvleiki. Nú bleiv tað øvugt. Fyrri hálvleikur endaði javnur, og Føroyar vunnu seinna hálvleik, so Malena fekk ongar pengar, men tað tekur einki burtur av gleðini hjá roynda KÍ-spælaranum, sum hevur spælt 41 dystir og hevur skorað 10 mál fyri Føroyar.

 

Malena Josephsen heldur, at talan er um eina góða blanding av royndum spælarum, og ungum, talentfullum spælarum. Hon er eisini sera fegin um hugburðin og stríðsviljan, og tað góða spælið Føroyar vísti í teimum trimum sigrunum ímóti Luksemborg, Montenegro og Turkalandi. Nú heldur Malena, at tað hevði verið stuttligt at komið í bólk saman við Onglandi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Malenu Josephsen í sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2 seinnapartin.