Hevði hug at flagga

- Tað er ein stórur heiður at vera við til at bjóða einum slíkum virki vælkomnum á Tvøroyri.

Tað sigur Pauli Einarsson, býráðslimur á Tvøroyri, sum eisini var á kunnandi fundinum á Seglloftinum mikukvøldið, har hann greiddi frá, hvønn leiklut býráðið hevur í virkinum.
Hann fegnast um, at virkið endaði á Tvøroyri, tí kappingin um framleiðsluna er ógvuliga hørð.
- Fyrstu ferð, vit vórðu boðsend á fund við Varðan, har vit fingu frágreiðing um ætlanina, hevði eg hug at flagga, segði hann.
Virkið er so stórt, at tað verður neyðugt at gera arbeiðsøkið størri.
Tað verður gjørt við eini djúphavn upp á 40 ferðir 50 metrar so at tey ladnu nótaskipini sleppa at og samstundis verða fylt upp inni í sjálvum havnarhylinum, frá bryggjukantinum og 40 metrar vestur fyri at fáa betri pláss.
Kortini verður ein lítil atløgustøð gjørd til útróðrarbátar, so at teir ikki missa møguleikan at sleppa av við fiskin.
Annars skal Býráðið bara syrgja fyri at øll loyvi fáast í rættlag, umframt at leggja, el, vatn og kloakk.


MYND: ML-BJ-PE

Stórur heiður
- Tað er ein stórur heiður at bjóða einum so stórum og framkomnum virki vælkomnum á Tvøroyri, sigur Pauli Einarsson, býráðslimur á Tvøroyri. Her er hann ytst til høgru, saman við Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic, í miðjuni, og Marner Lisberg, nevndarlimi í virkinum