Skuldi Ritan siglt meiri upp á Fugloynna, hevði tað elvt til ein stóran eykakostnað. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Beint Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera fyri at bøta um siglingina upp á Fugloynna. Hon vísti á, at fugloyingar hava gjørt vart við, at tey eru fyri vanbýti, tí nú er Ritan farin at sigla ein tilkallitúr um kvøldið til Svínoyar, men ikki til Fugloyar.
Jørgen Niclasen sigur, at tá ið støða verður tikin til sigling, verður fyrst og fremst hugsa um tey fíggjarligu viðurskiftini og til trygdarviðurskiftini.
Strandferðslan leggur virksemið soleiðis til rættis, at á teimum rutan har arbeiðstíðin ikki verður brúkt til fulnar, hevur manningin heldur ikki arbeitt fulla tíð.
Túrurin úr Hvannasundi og út á Eiðið í Svínoy, tekur bara ein hálvan tíma. Manningin á Rituni arbeiðir 0,9 prosent av fullari tíð, men so varð hann hækkaður upp í fult starv og tað røkkur til ein túr afturat í ein mánað.
Var siglingin upp á Fugloyar longd á saman hátt, hevði tað merkt, at tveir mans skulu setast afturat á Rituni á hvørjari vakt og tað hevði havt ein stóran meirkostnað við sær, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur eisini, at viðvíkjandi trygdarviðurskiftum, eru atløguviðurskiftini á Kirkju als ikki nøktandi.
Strandferðslan hevur verið í drúgvum samskifti við Sjóvinnustýrið um málið, og talan hevur enntá verið um at gevast at sigla uppá Kirkju.
Ábøtur eru nú gjørdar á bryggjuni, sum er ein fyribils loysn. Eftir fíggjarlógaruppskotinum hækkar játtanin til at gera ábøtur og umvælingar á atløgubryggjum, úr 2,2 milliónum upp í fimm milliónir krónur.
– Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk, um at fyrireika málið, at gera eina varandi og trygga loysn á lendingarviðurskiftunum á Kirkju.
Jørgen Niclasen sær eitt stórt virðið í at ferðasambandið til útoyggjar er gott, soleiðis at trivnaðurin er í lagið, og at bygdirnar kunnu mennast. Og hann sigur, at hann ætlar sær at tryggja, at ferðasambandið til Svínoyar og Fugloyar er nøktandi.