Hevur Annika gloymt sína fortíð?

- Kundi tað hugsast, at gamli landsliðssvimjarin í borgarstjórasessinum hevði gloymt svimjingina, spyr Erling Eidesgaard.

                                                                    

Í Havnar Svimjifelag harmast tey stórliga, at tað nú er líkt til, at langhylurin verður útsettur í fleiri ár. Hetta er komið sera óvart á, tí í Havnar Svimjifelag hildu tey seg hava ein samsintan í borgarstjórasessinum, tá Annika Olsen, sum er fyrrverandi landsliðssvimjari, bleiv borgarstjóri.

- Tí fingu vit sum vátan vøtt frammaná henda dagin, tá býráðsmeirilutin boðaði frá, at ætlanin nú verður útsett, sigur Erling Eidesgaard, formaður í Havnar Svimjifelag.

 

Hann skilir væl grundgevingina, at ov nógv virksemi er í gongd, og tí má okkurt bíða, men vísir á, at raðfestingin, valið um hvat skal bíða, er aleina eitt politiskt val. Og enn einaferð sær tað út til, at aðrar ítróttargreinar verða valdar framm um svimjingina.

- Tað vil so við øðrum orðum siga, at býráðið hevur valt aðrar íløgur innan ítróttina framum langhylin. Tað er eyðsæð, at býráðið heldur, at tað er skilabetri at gera íløgur í alskyns hallir, Tórsvøll, fótbóltsvallir og nú eisini golfvøll, sigur hann.

 

Erlingd Eidesgaard vísir  á, at eingin ivi er um, at tørvurin á einum nýggjum svimjihyli í Havn er ovurhonds stórur.

- Í 1959, tá gamli uttandura hylurin í Gundadali varð tikin í brúk, búðu um 8.000 fólk í Havn. Hylurin hevði seks geilir og var 25 metrar til longdar. Nú, vit skriva 2018, hevur hylurin hjá kommununi framvegis 6 geilir og er framvegis 25 metrar til longdar, men nú búgva góð 20.000 fólk í kommununi, sigur formaðurin í svimjifelagnum í høvuðsstaðnum, og sigur víðari.

- Svimjihøllin hevur í nógv ár verið alt ov lítil og hevur í dag meira enn 200.000 vitjandi um árið. Frá morgni til myrkurs streyma borgarar til høllina, og ger hetta sjálvandi, at kappingin um sparsomu litrarnar av vatni er tess størri.

 

- Eg síggi, at Annika Olsen, býráðsformaður bert nevnir tvey viðurskifti innan ítróttina í fororðinum til fíggjarlógina fyri 2018, og eru tað Tórsvøllur og golfvøllurin. Tað er so hennara og meirilutans val. Spell, at svimjingin ikki vann seg betur fram í politisku raðfestingini, sigur Erling Eidesgaard.

 

Les hvassorðaða lesarabrævið her.