Hevur landið selt ein part av Smyril Line í loyndum

Hevur landið fingið nakað burtur úr at bjarga Smyril Line?

Landskassin hevur sett nógvan pening í Smyril Line, hevur hevur hann fingið nakað burtur úr?

 

Og hevur landstýrið selt ein part av Smyril Line, uttan at siga løgtinginum frá?

 

Løgtingið hevur -undir trýsti- samtykt at seta nógvar milliónir í Smyril Line. Men minsta kravið má vera, at tað almenna eisini hevur sín rættvísa lut í ognini, og fær sín rættvísa part av virðisøkingini, tá ið tað gongur væl. 


 

Tað heldur Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi.

 

Tí vil hann nú hava Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, hvussu stóran part av Smyril Line,  landið eigur. Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógv, landið hevur fingið í vinningsbýti frá Smyri Line.

 

Hann vísir á, at í 2008 sprændi Landið, og almenni grunnurin, Framtak, 55 milliónir í Smyril Line, afturat teimum 70 milliónunum, Framtak, áður hevði sett í felagið.

 

Sostatt hevði føroyski skattgjaldarin tilsamans sett 125 milliónir í Smyril Line. Ræðumyndin var, at varð hetta ikki gjørt, mistu vit Norrønu av landinum

 

Úrslitið var, at tilsamans umsat Vinnumálaráðið eini 58 prosent av partapeninginum í Smyril Line.

 

Samstundis varð skipað soleiðis fyri, at Vinnumálaráðið fekk atkvøðurætt á aðalfundi samsvarandi hesum og kundi soleiðis einsamalt velja meirilutan í nevndini.

 

Smyril Line hevur havt nøkur góð ár og í 2014 vórðu 30 milliónir rindaðar í vinningsbýti.

 

 - Kortini var landsstýrismaðurin í vinnumálum í 2011 aftur í Løgtinginum og bað um hjálp í bráðskundi til at styrkja gjaldførið hjá Smyril Line.

 

- Framtak skuldi aftur traðka til við 15 milliónum krónum, og privatir íleggjarar koma við øðrum 25 milliónum krónum, sigur Ingolf S. Olsen

 

- Men afturfyri at seta pening í, kravdu privatu íleggjararnir, at landið slepti øllum valdinum í felagnum.

 

Ingolf Olsen sigur, at tað er óvist, um tingfólk fingu allar upplýsingar í málinum, ella fingu neyðugu fyrireikingartíðina til at taka eina skilagóða støðu.

Men kortini samtyktu Løgtingið hjálparpakkan, tí sagt var, at Norrøna annars varð seld av landinum.


 

Ingolf S Olsen sigur, at tað frættist, at ein partaeigarasáttmáli varð gjørdur, men ein slíkan sáttmála fekk Løgtingið einki at vita um.

 

- Nú eru søgur farnar at ganga um, at partur av almenna ognarlutinum er seldur, ella skal seljast, uttan at Løgtingið yvirhøvur verður spurt eftir, tí hetta fer fram eftir einum partaeigarasáttmála, sum Løgtingið ongantíð varð kunnað um, sigur Ingolf S. Olsen

 

Hann heldur, at tað eigur at vera sjálvsagt, at bæði Løgtingið, og almenningurin, fáa fult innlit í viðurskiftini hjá reiðarínum og ikki minni í almenna ognarlutin.

 

- Tað er ein grundleggjandi spurningur, um, og nær tað almenna, skal seta skattgjaldarans pengar í bjargingarpakkar fyri privat feløg.

 

- Men tá eigur minsta kravið at vera, at tað almenna eisini hevur sín rættvísa lut í ognini og virðisøkingini, tá tað gongur væl, sigur Ingolf S. Olsen.