Hevur tað enn týdning fyri land og fólk at læra fremmandamál?
Maria Heradóttir
Opið bræv til Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum
Síðan breytaskipanin á miðnámi varð sett í verk í 2013, hava fremmandamál sum heild verið fyri stórari afturgongd. Avleiðingin er, at í fleiri ár hava yvir 60% av øllum miðnámsskúlanæmingum í Føroyum bert havt føroyskt og enskt sum mállærugrein. Ætlanin var at endurskoða breytaskipanina, so skjótt hon hevði roynt seg. Tað hendi í 2018, men tó ikki fyri fremmandamál. Í 2019 setti táverandi landsstýriskvinna, Hanna Jensen, ein arbeiðsbólk at gera “Tilmæli um fremmandamál í Føroyum”. Tað hevði m.a. við sær, at týskt var sett sum upptøkukrav á fleiri breytum. (Sí niðanfyri hví týskt og hví upptøkukrav). Seinni sama ár tók Jenis av Rana við sum landsstýrismaður og vórðu upptøkukrøvini tá tikin av aftur undantikið á hugbreyt. Henda seinasta avtøkan skuldi fremjast fyrst í 2020, sum hevði við sær, at yvir 700 fólk mótmæltu í felags skrivi til táverandi landsstýrismann. Hann gjørdi av at seta nýggjan arbeiðsbólk at gera enn eitt tilmæli um “Fremmandamál í føroyska skúlaverkinum”. Týskt sum upptøkukrav á hugbreyt hóraði sostatt undan tá men stendur nú aftur fyri hóttafalli við stórum avleiðingum fyri fremmandamál sum heild. Orsøkin er, at í Fólkaskúlaálitinum, sum varð almannakunngjørt í vár (2023), verður mælt til at avtaka týskt sum upptøkukrav á hugbreyt og at skerja tímatalið í týskum í fólkaskúlanum niður í eina helvt. Eingi tilmæli síggjast aftur, sum áðurnevndu arbeiðsbólkar mæla til, tíansheldur verður spurningurin viðgjørdur fakliga á annan hátt sum grundarlag fyri avgerðini. Her skal tó sigast, at í verandi skúlaskipan kann spurningurin um fremmandamál ikki loysast í einum fólkaskúlaáliti eina. Til tað krevst eitt umfatandi endurskoðan tvørtur um skúlamørk millum fólkaskúla og miðnám.
Spurningurin um fremmandamál hevur tí enn sum áður eina viðgerð fyri neyðini, sum lýsir málið frá øllum viðkomandi síðum áðrenn politiska viðgerð og helst sum liður í eini framtíðar visión fyri málsligu kós Føroya. Niðurstøður ella átøk higartil tykjast tíverri bert at byggja á tekniskar loysnir her og nú og ikki á hugsjónarlig atlit. Tí stendur spurningurin enn ósvaraður, hvørt tað framhaldandi hevur týdning at læra fremmandamál í Føroyum ella ikki. Áheitanin til núverandi landsstýrismann er tí grundleggjandi tann sama sum til landsstýrismannin í 2020.
##med2##
Fólkaskúlaálitið – mai 2023
At minka tímatalið í týskum niður í eina helvt í fólkaskúlanum (bls. 94) er tað sama sum at varðveita lærugreinina á pappírinum men at avtaka hana í praksis. Tað gevur onga meining at velja týskt, tá næmingar kortini mugu byrja forfrá á miðnámi. Næmingarnir kunnu sostatt illa taka støðu til, um fremmandamál á miðnámi eru fyri teir ella ikki, fyrr enn teir eru byrjaðir á miðnámi. Hugbreytin verður tá meir at líkna við eitt blint val ella eitt frával av øðrum breytum heldur enn eitt grundað tilval.
Á miðnámi merkist stórur munur á, um næmingar hava lært eitt fremmandamál síðan 4. flokk ella ikki. Tað snýr seg rætt og slætt um at ogna sær neyðugar fakligar fortreytir fyri at fóta sær í mállærugreinum. Týskt sum upptøkukrav hevur til endamáls at styrkja næmingarnar gjøgnum økt málsligt tilvit. Í fólkaskúlanum stendur týskt næmingunum í boði, sum er eitt gott val málsliga sæð fyri okkum. (Sí grundgeving niðanfyri). Tað snýr seg um neyðugar fakligar fortreytir fyri at fóta sær í mállærugreinum. Tað er IKKI eitt krav um at halda fram við týskum á miðnámi. Avtaka vit upptøkukravið, náa flestu næmingar ikki nóg langt fakliga at fóta sær nøkunlunda sjálvstøðugt í mállærugreinum áðrenn lokna skúlagongd. Við so ivasamari úrtøku kann spurningur setast við, um tað tá er vert at brúka tíð og almenna fígging til fremmandamál yvirhøvur? Og hví tá hava eina sjálvstøðuga breyt við so stórum denti á fremmandamál? Ein annar spurningur er, um vit kunnu sammetast við grannalond okkara við ongum fremmandamálið sum framhaldsmál á miðnámi, og í hvønn mun vit skerja okkara møguleikar fyri framhaldslestri í máli og øðrum útbúgvingum, sum krevja mál?
##med3##
Tað er politiskt samtykt, at yvir 90% av øllum árgangum skulu hava miðnámsútbúgving. Tá ber illa til at síggja fólkaskúla og miðnám sum tvær sjálvstøðugar eindir, ið virka hvør sær, sum fólkaskúlaálitið frá 2023 rør uppundir (bls. 94). Tað svitast ikki, at lærugreinar í fólkaskúlanum treyta framhaldandi skúlagongd á miðnámi antin beinleiðis ella óbeinleiðis. Fremmandamál á miðnámi krevja forkunnleika, líka so væl sum náttúrubreyt, tøknibreyt og tilfeingisbreyt krevja forkunnleika í alis- og evnafrøði. Tí hava hesar breytir eisini upptøkukrøv líka so væl sum hugbreytin hevur sítt. Her víkur búskaparbreytin tó frá hinum breytunum sum tann einasta við ongum upptøkukravi. (Sí nærri viðmerking niðanfyri.)
Viðmerking: Við altjóða samhandli og samstarvi í huga økja vit munandi um okkara egnu møguleikar, um eitt fremmandamál við týskum sum upptøkutreyt gjørdist ein valmøguleiki ella krav á búskaparbreytini eisini. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftir russiskt, og búskaparliga er Týskland 4. sterkasta landið í heiminum. Eisini er Týskland tað landið, sum saman við Danmark (og Norðurlondum) grundleggjandi hava myndað okkara mentanararv uttanífrá.
Í Fólkaskúlaálitinum stendur, at næmingar í verandi skipan noyðast at velja lívsleið longu í 7. flokki (bls. 94). Tað er rætt, at flestu næmingar, sum umhugsa gymnasialt miðnám, velja alis- og evnafrøði og/ella týskt fyri at lata møguleikarnar fyri framhaldi standa opnar. Tað er ikki rætt, at eitt breytaval avger endaligu lívsleiðina, tí møguleiki er fyri at skifta breyt ella at supplera. Tað er hinvegin at gera hugagóðum næmingum órætt, sum vilja læra týskt, alis- og evnafrøði ella aðrar kravdar lærugreinar. Orsøkin er heldur at finna í, at flestu næmingar enn ikki eru nóg búnir at taka stórar avgerðir sjálvir, og tí er tað rætt, at skúlaskipanin stuðlar teimum við at seta krøv, sum ikki eru eitt val. Teimum næmingum, sum vilja læra alis- og evnafrøði og/ella týskt, skal sjálvsagt eisini vera pláss fyri í framtíðar skúlanum og undir betri kørmum enn teimum núverandi. Grundgivið verður stutt fyri, hví alis- og evnafrøði skal gerast kravd lærugrein (og harvið dettur upptøkukravið burtur), og hvussu karmarnir kunnu bøtast (bls. 93). Tað er røtt mannagongd. Hinvegin er eingin faklig grundgeving fyri ella ímóti týskum, tíansheldur hvussu karmarnir aftur kunnu bøtast fyri fremmandamál. Hetta hóast fleiri átøk við tilmælum og áheitanum hava verið frammi seinastu árini.
At skjóta upp eina loysn við einum fyrireikingarflokki á miðnámi ístaðin fyri eitt upptøkukrav í einum livandi máli sum týskum eftir líknandi leisti sum í latíni í gomlum døgum (bls. 94) er ikki ein gongd leið fyri nútíðar næmingar. Fyrr máttu næmingar á málsligu deild fáa undirvísing í latíni hvønn morgun áðrenn skúlabyrjan fram til heystfrítíðina, um teir ikki frammanundan høvdu havt latín í eitt ár í fólkaskúlanum. Síðan var próvtøka og avgerð tikin, um framhald í studentaskúlanum varð eftirlíkað ella ikki. Í dag sleppa so at siga allir næmingar á miðnám og við nógv minni málsligari barlast í fremmandamálum enn tá. Sannlíkindini fyri fráfalli og persónligum bakkasti eru tí alt ov stór eftir hesum leisti. Vit sleppa við øðrum orðum ikki undan antin at laga minimala tíma- og áramálið eftir hvørjum øðrum, sum krevst fyri at læra fremmandamál til nøkunlunda sjálvstøðuga nýtslu ella gevast við at bjóða fleiri mál eftir enskt.
##med4##
Eitt alternativt tilmæli
Í seinna tilmælinum um fremmandamál frá 2021 verður mælt til at spjaða verandi tímar í týskum yvir trý ár, tað vil siga niður í 7. flokk eisini (bls. 5). (Jú fyrr jú betur, sigur granskingin). Høvið kundi tá eisini verið brúkt at økt um dvínandi málsliga tilvitið og førleikarnar hjá næmingunum, nú enskt í størri og størri mun otar seg inn í orðfeingið og bygnaðin í føroyskum. Við einum felags íkasti í mállærugreinunum, sum eisini leggur dent á málfatan, kunnu allar mállærugreinar styrkjast samstundis. Sum er, spegla næmingar sær mest í enskum, samstundis sum bygnaðurin í føroyskum gerst teimum alsamt meir fremmandur. Umvent hevði innlit tvørtur um mál eisini styrkt fatanina av føroyskum. Føroyskt og týskt hava t.d. bæði kyn og føll og líkjast tískil bygnaðarliga. Vit læra jú okkara egna mál ígjøgnum onnur mál eisini og ikki bert ígjøgnum enn fleiri undirvísingartímar í móðurmálinum. Í 7. flokki ella fyrr kundu næmingar sostatt arbeitt tvørmálsliga ein ella tveir av máltímunum um vikuna í teimum málum, teir longu hava. (Sí nærri útdýping niðanfyri.) Verða tímar í týskum fluttir niður í 7. flokk eisini heldur enn skerdir í helvt og/ella í ein mun koplaðir saman við tímum í hinum mállærugreinunum, skal ógviliga lítið til at fáa fak- og tímabýtið at ganga upp bæði við kravdum og vallærugreinum í hádeild, samstundis sum inntrivið í 7. flokk er einki ella minimalt. Eftir 7. flokk kundi týskt síðan verið vallærugrein, sum skotið er upp. Tvørgreinalig undirvísing er eitt av tilmælunum, sum fólkaskúlaálitið mælir til (bls. 55). Í ár er týskt í 7. flokki liður í eini royndarverkætlan, sum metstór undirtøka er fyri millum næmingar. Upplagt hevði verið, um hon eisini var tvørmálslig, tí tað kundi givið okkum nógva vitan at bygt víðari á.
Útdýping: Tilgongdin átti at verið granskandi, kreativ og spælandi og eggja til málsligt forvitni - eitt fokus vit ikki eru von við. Eisini at brúka mál sum eitt amboð at stuðla málfatan generelt hevði givið næmingum av føroyskum og av øðrum málsligum uppruna eitt upplagt høvi at steðga á og tíð at varnast bæði sítt egna og tað fremmanda í nýggjum ljósi gjøgnum aha upplivingar. (Ein tilgongd, sum annaðmálsfrøði eisini byggir á). Og tá gerst tað lættari, skjótari og stuttligari at ogna sær mál. Undirvísingin kann lættliga næmingalagast, soleiðis at summi arbeiða við færri málum, t.d. bara kravdum málum, meðan aðrir málsliga stinnir næmingar leggja týskt og møguliga sítt fyri okkum fremmanda móðurmál afturat. At duga øll málini í flokkinum skal ikki vera ein fortreyt fyri læraran.
Vilja vit javnmetast við lond rundan um okkum, mugu vit halda fast í framhaldsmáli á miðnámi. Til tað krevst eitt málsligt upptøkukrav. Tað gevur afturfyri størri rásarúm á miðnámi, tí eftir B stig ber til at enda lærugreinina og velja annað ístaðin. A stig framhaldsmál átti at talt meir enn A stig byrjanarmál, men enn betur hevði verið at avtikið týskt byrjanarmál, sum er óneyðugt, um vit varðveita upptøkukravið. Sleppa vit undan at kloyva týskt í tvey stig, kann møguleikin fyri holdum økjast á jøvnum føti við hini fremmandamálini. Týskt sum upptøkukrav gevur altíð góða meining, eisini um næmingar velja annað fremmandamál, tí tað lyftir fakliga støði og veitir neyðuga fakliga barlast.
Í Fólkaskúlaálitinum verður mælt til eitt javnari býti millum lærugreinapartarnar, m.a. at alis- og evnafrøði eigur at gerast kravd lærugrein (bls. 93). Eitt javnari býtið er skilagott, men her mugu vit hava í huga, at vit hava nógv fleiri tímar í móðurmálinum, fyrsta og øðrum fremmandamáli (donskum og enskum) enn grannar okkara hava, eitt nú finnar (s. 89). TAÐ skeiklar javnvágina! Rásarúm átti tí nettupp at verið fyri at brúkt eitt sindur av somu stóru tímapulju at snara vinkulin tvørmálsliga vegin til frama fyri øll mál í senn. Henda tilgongdin átti at verið ein natúrligur liður í allari málundirvísing heilt frá byrjan, tí soleiðis fært tú aktivera forkunnleikar hjá øllum næmingum, eisini teimum fleirmæltu, og sameint teir. Týskt kundi byrjað glíðandi og allir næmingar, eisini teir fleirmæltu, gjørt sær dælt av síni undanvitan. Henda tilgongd kundi somuleiðis lagt lunnar undir týskt við bert tveimum tímum um vikuna í 7. flokki.
##med5##
Tørvurin á málsligum førleikum í einum so lítlum samfelag sum okkara mitt í meldrinum av altjóðagerðini hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Vit fara framhaldandi altíð at hava tørv á at hyggja út um landoddarnar eftir íblástri og vitan, samstundis sum vit ongantíð hava havt so stóran tørv á hesum førleikum eisini innan fyri landoddarnar sum nú. Tørvur á vitan á øðrum málum enn bara á enskum og eisini úr londum, sum líkjast okkara meir fer ikki bara at hvørva. Og enn týða vit bøkur til føroyskt úr fleiri málum enn bara úr enskum, tó aldurin á týðarum tykist hækkandi. At taka sær av okkara tilflytarum og ferðafólki ella at fóta sær í altjóða vinnu krevur annað og meir enn bert førleikar í enskum og føroyskum fyri at røkka út ella standa seg í kappingini. At fóta sær sum menniskja og standa kjølfest sum tjóð í altjóðagerðini og nógvu ferðini krevur somuleiðis millummentanarligar førleikar og albúgving (dannilsi), sum júst fremmandamál eru lykilin til. At læra mentanir at kenna innanífrá og fáa førleika at skilja tær til gagns fyri bæði okkum persónliga og onnur kann ikki gerast upp í nyttuvirði og krónum. Velja vit tí at skerja okkara møguleikar, skulu vit gera tað tilvitað og kenna avleiðingarnar.
Vit hava nú í 2023 tíggju ár á baki við afturgongd í fremmandamálum, enskum undantikið. Samstundis er førleikin í føroyskum dvínandi, tó bæði hanga saman og treyta hvørt annað. Danskt lútar fyri enskum og er ein stórur bági fyri nógvar miðnámsskúlanæmingar, ið illa megna danskar lærubøkur longur. Og enntá næmingar í fólkaskúlanum hava trupulleikar við føroyskum lærubókum. Í norska skúlaverkinum hevur enskt status sum annaðmál og ikki sum fremmandamál longur, sum tey læra formelt. Enn hava vit ikki viðurkent enskt sum annaðmál í Føroyum, tó eitt fremmandamál kann tað valla kallast longur, sum vit læra formliga. Við verandi gongd loyva vit enskum í yvirhálingarbanan fram um bæði føroyskt og onnur mál. Eg harmist tí almikið um, at málsligir førleikar, sum føroyingar vóru kendir fyri og hava havt stóra gleði og nyttu av, framvegis sleppa at fána burtur í berum atgerðarloysi. Og eg harmist eisini almikið um røddir, sum hava verið frammi bæði á skrift, í miðlum og á tingsins røðarapalli, ið meta tað óneyðugt at viga upptøkukrøv og fremmandamál fyri sínar egnu dygdir og relevans, áðrenn niðurstøður verða gjørdar.
##med6##
Eg fari tí staðiliga at heita á landsstýrismannin um heldur at troyta óroyndar møguleikar enn at lækka tímatalið í týskum niður í eina helvt í fólkaskúlanum. Tað ber til innan fyri karmarnar av nýggja Fólkaskúlaálitinum. Og sum eitt minsta krav fari eg harumframt enn eina ferð at heita á landsstýrismannin um at varðveita týskt sum upptøkukrav á hugbreyt, so leingi sum tørvurin á framtíðar málsligum og millummentanarligum førleikum (albúgving) framvegis ikki er viðgjørdur. Eitt so umfatandi inntriv í skúlaskipanina, fremmandamál og førleikar sum heild fyri land og fólk krevur fyrst serstaka viðgerð tvørtur um skúlamørk og breytir, sum liður í einum breiðum framtíðar málpolitikki fyri landið sum heild. Tað er ikki eitt mál fyri 13 ára gomul at avgera. Standa vit við stýrisvølin, seta vit kósina. Tað er eisini at byggja land.
Keldur:
Fólkaskúlaálitið – mai 2023
Tilmæli um fremmandamál í føroyska skúlaverkinum – oktober 2021
Tilmæli um fremmandamál í Føroyum – juli 2019