Hevur vant HM-aktuelar spælarar (Rás2)

(Rás2) Hoyr fótbóltspanelið á Rás2, har Magni Mohr, kendur fysiskur venjari var gestur

Hann hevur í ár verið partur av venjaratoyminum hjá Clarence Seedorf og Deportivo La Coruna, sum spældi í bestu deildini í Spania.

 

Felagið hevur hevur spælarar sum Michael Krohn-Dehli (Danmark), Celso Borges (Kosta Rika) og Fabian Schär (Sveis) við til HM-endaspælið í Russlandi. Hartil hevur Magni Mohr verið partur av fyrireikingum til endaspøl fyrr.

 

 

 

Magni Mohr vitjaði sendingina "Fótbóltspanelið" á Rás2 fyri at greiða frá hvørjar avbjóðingar eru í samband við eitt endaspæli. Hvat er broytt gjøgnum árini og hvar fokus er til hetta HM-endaspælið. Vit spyrja eisini um tíðina í Deportivo, har Magni Mohr hevur verið við til at spæla móti eitt nú Lionel Messi og FC Barcelona.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina.

 

 

Magni Mohr metti eisini um 14. umfar í Betrideildini hjá monnum:

 

 

Leygarkvøldið klokkan 18: NSÍ-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)


Sunnudagin klokkan 14.30: Suðringar-KÍ


Sunnudagin klokkan 15: HB-B36 (Rás2 sigur frá dystinum)


Sunnudagin klokkan 15: Skála-AB (Rás2 sigur frá dystinum)


Sunnudagin klokkan 15: EB/Streymur-07 Vestur