Zakarias Wang lýsir í drúgvari grein í miðlunum úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946. Og hann hevur púra rætt, tá ið hann vísir á, at úrslitið var, at tríggir smáir triðingar ávikavist atkvøddu fyri stjórnaruppskotinum, sótu heima og atkvøddu fyri loysing – tann síðsti 1 % størri enn hin fyrsti.
Ein triðingur gerst fleirtal
Men loysingarmonnum líkt fer hann at (mis)tulka og (vill)leiða lesaran, soleiðis at hann fær ein lítlan triðing at vaksa seg til eitt fleirtal! Sum próvgrund nýtir hann fyrst eitt dømi um, hvussu menn atkvøða, tá ið farast skal á fjall! Veit ikki, um Zakarias nakrantíð hevur verið á fjalli, tá ið hann heldur, at hetta dømi kann brúkast, men har eg eri vanur at ganga á fjall, er tað røktingarmaðurin saman við hagastýrisformanninum, sum avger, um vit fara ella ikki. So Zakarias – dømið er ónýtiligt!
Og vit fara tríggjar ferðir árliga – taka seyðin inn um veturin, fara í várgongu at royta um summarið og á skurðfjall um heystið at taka slaktið. Og hetta gera vit hvørt ár. Og fyri ikki so ógvuliga nógvum árum síðan vóru vit eisini í klipping. Sostatt hava tað verið yvir 200 fjallgongur síðan fólkaatkvøðuna 1946. Kanst tú atkvøða 200 ferðir um loysing? Nei, Zakarias – dømið er aftur ónýtiligt!
Kann fólkaatkvøðan broytast við kunngerðum og rundskrivum?
Síðan nýtir Zakarias eitt dømi um reglurnar, sum eru galdandi í tinginum í samband við atkvøðugreiðslu. Taka vit eina so týðandi lóg sum skattalógina, sum er frá 1983, so er hon broytt 78 ferðir, 27 kunngerðir eru gjørdar, 41 rundskriv eru send út umframt vegleiðingar. Hvussu ofta kanst tú broyta fólkaatkvøðuna, gera kunngerðir ella rundskriv og vegleiðingar? So Zakarias – heldur ikki hetta dømið kann brúkast!
Føroyingar ynsktu ikki loysing
Hvat so? Jú, fólkaatkvøðan segði í veruleikanum onki og var bert ein fløkja (samb. bretska søgufrøðinginum John F. West: ”a masterpiece of inconclusiveness”). Tí var bert eitt at gera – at spyrja føroyska fólkið, hvat tað var, tey meintu. Og tað gjørdu kongur og danska stjórnin. Svarið kom á løgtingsvalinum í november sama ár. Og føroyingar ynsktu ikki loysing!