Hey kemur fyri Vodafone

Vodafone Føroyar fer nú í søguna

Vodafone Føroyar er farið í søguna, og avbjóðarin á føroyska telemarknaðinum eitur nú Hey. Tað skrivar Hey í tíðindaskrivi í morgun 

 

 

- Nógvar spennandi broytingar eru fyri framman. Føroyska telefelagið hevur stórar ætlanir fyri framtíðina, og kundar kunnu vænta sær eina enn betri og meira nærverandi tænastu, bæði á netinum og í persónliga sambandinum við Hey. Nýggi samleikin stuðlar uppundir hesar ætlanir. Samstundis leitar felagið inn til kjarnununa og grundtankan um at veita Føroyum og føroyingum einfalt og gjøgnumskygt samskifti, skrivar felagið í tíðindaskrivinum. 

 

Verandi hald og tænastur halda fram sum áður, og kundarnir hjá Vodafone Føroyum nýtast einki at gera. Hey heldur somuleiðis fram at samstarva við altjóða Vodafone.

 

 

- Kundar við Evropapakka kunnu framhaldandi reika frítt á 4G í Europa, USA, Kanada, Russlandi og Kina. Vodafone kundar úr øðrum londum, ið ferðast í Føroyum, fara eisini framyvir at reika á 4G netinum hjá Hey, skrivar felagið. 

 

 

- Sum grundarlag fyri samleikaskiftinum hevur Hey gjørt eitt stevnumið, har felagið millum annað slær fast, at “Vit eru skapandi kraftin á føroyska telemarknaðinum og eitt úrslit av, at føroyingar ynsktu fría kapping”, skrivar felagið í dag.