Um Ólavsøkuna hava tey, sum eru listaáhugað, heilt fitt av listaframsýningum at fara til. Til ber - eins og undanfarin ár - at fara t.d. frá Norðurlandahúsinum oman í Listasavnið, víðari oman á Skálatrøð í Smiðjuna í Lítluvík og í gallaríið hjá Steinprenti, og so í Müllers Pakkhús.
Í ár ber eisini til at síggja eina framsýning afturat í Listahøllini í Skipasmiðjuni úti á Rundingi í Havn hjá Heystbólkinum, har Andrias Andreassen, Bárður Jákupsson, Bjarne Werner Sørensen, Brandur Patursson, Hansina Iversen, Hjördis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen sýna verk síni fram. Gestur er Ilona Raipala úr Finlandi.
Onkur spyr kanska, hví Heystbólkurin letur upp framsýning um summarið. Á listablogginum Listin stendur at lesa, at listafólkini í bólkinum hava í nøkur ár umhugsað at sýna fram um summarið, tá útisetar og ferðafólk eru í Føroyum. Nú verður hetta so roynt í ár.
- Summarframsýningin hjá Heystbólkinum er tó ikki bert ein ólavsøku- og ferðafólkaframsýning. Framsýningin í ár verður, eins og undanfarin ár, ein framsýning, har listin verður sett í hásæti. Tað er listin, ið er drívmegin í Heystbólkinum. Bólkurin er samansettur av ógvuliga ymiskum listafólki, men øll hava listina sum høvuðsmál og møguleikan at sýna fram í einum hølum, sum eru unik. Hesi høli hava saman við listini megnað at hildið hesum hópi av listafólkum saman í øll hesi árini, tó at limirnir í bólkinum eru spjaddir um fleiri lond og øll, í hvør sínum lag, hava nógv at gera við egið listarligt virksemi. Eitt týdningarmikið mál hjá bólkinum er, at tað altíð eru nýggj verk hjá hvørjum einstøkum listafólki, ið verða framsýnd, skrivar listabloggurin Listin.
Listahøllin í Skipasmiðjuni úti á Rundingi hevur hýst Heystframsýningini á hvørjum ári frá 2005 til 2011. Eisini hava einkarframsýningar verið har um summarið og um ólavsøkutíð. Anker Mortensen, Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson hava haft væl vitjaðar framsýningar í Listahøllini um summarið, ið eisini vóru opnar á ólavsøku. Summar sonevndar ateliérframsýningar hava eisini verið.
Men í ár hevur so Heystbólkurin sum heild valt at hava listaframsýning í hølunum hjá Skipasmiðjuni á Rundingi longu í juli mánaði.