Tað eru fleiri, ið fáast við slakt í heystfrítíðini, men tað eru eisini nógv, sum ikki taka lut av ymiskum orsøkum. Tað er stórur áhugi í heystfagnaðinum á Eiði - bæði millum føroyingar og útlendingar, greiðir Kristina Berg, leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði, frá.
– Tiltakið er so uppruna føroyskt og deiliga bygdasligt, sum tað kann verða, sigur hon.
Á skránni vera millum annað seyðasýning, hespukapping, rullu- og kjøtpylsu kapping, søluframsýningar, fyrilestrar og verkstaðir til børn og ung, eins og besti flettarin verður funnin. Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin. Ymisk onnur stuttlig tiltøk vera á skránni, so sum ein villingarrætt fyri børn, søgufrásagnir á Látrinum, síðing og FM í at halda eplasekki, eins og Frank Erichsen, eisini kendur sum Bonderøven, verður við í ár. Tónleikur er eisini partur av Heystfagnaðinum, har bæði Kári P og Tinganest undirhalda í ár.
Tiltakið er 12.-15. oktober.