Árliga heystframsýningin letur í hesum døgum upp í Norðurlandahúsinum, í Listahøllini á Skipasmiðjuni og í Müllers Pakkhúsi Luttakararnir á listaframsýningini í ár eru Andrias Andreasen, Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Anker Mortensen, Tróndur Patursson og Bjarni W. Sørensen.
Umframt hesi eru eisini nakrir gestaluttakarar við, og teir eru Hjørdis Haack, Danny Lane, John Olsen og Tummas Jákup Thomsen.
Hjørdis Haack er hálvur føroyingur, borin í heim í Göteborg og býr í Keypmannahavn. Danny Lane er glaslistamaður, amerikanari og býr í London. John Olsen er dani, málari, grafikari, skulptørur og mangt annað. Tummas Jákup Thomsen er gøtumaður, málari og teknari og býr í Keypmannahavn.
Framsýningin er stór í vavi og fevnir um bæði Listahøllina á Skipasmiðjuni, Müllers Pakkhús og Norðurlandahúsið.
Í dag er opið soleiðis: Klokkan 15 í Listahøllini á Skipasmiðjuni, har Andrias Andreasen, Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Bjarni W. Sørensen og Tummas Jákup Thomsen sýna fram, og klokkan 17 í Müllers Pakkhúsi, har John Olsen sýnir fram.
Heystframsýningin verður opin fram til 14. Oktober.