Heystframsýningin í smiðjubygninginum á Skipasmiðjuni lat upp leygardagin. Har er alskyns list at síggja í opnum hvítum hølum.
Listafólkini eru:
Andrias Andreassen, Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson og Bjarni W. Sørensen.
Í faldaranum fyri listaframsýningini stendur millum annað:
- Listin hevur í mong ár verið ein formur hjá fólki at úttrykkja seg, uttan mun til tíðina og mentanina.
- Orðið ekspressionisma verður ofta nýtt. Ekspressionisman snúr seg um listarinnar førleika til at samskifta ígjøgnum kenslur.
- Heystframsýningin 2006 er meira merkt av mótsetningi enn av eind, hon er meira merkt av margfeldi enn av samanhangi, og tann einsháttur ella einvending sum orðið ekspressionisma leggur teir tólv framsýnararnar og føroyska list yvirhøvur undir, er óvirðilig. Heystframsýningin 2006 hevur fleiri orð uppiborið, hon hevur uppiborið, at vit víðka okkara orðatilfar, verða tilvitað um tey orð, vit velja, og ikki firnast margfeldi, stendur í faldaranum fyri heystframsýningini.
Inger Smærup Sørensen hevur skrivað fororðini í faldaranum.