Heystframsýningin gongur nýggjar leiðir

Serliga samspælið millum einstøku listaverkini setur í ár ein øðrvísi dám á Heystframsýningina, sum letur upp í morgin Tað vera ikki bara einstøku listaverkini sum vekja áhuga á árligu Heystframsýningini, sum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni í morgin.

Í ár hava tey 16 listafólkini, sum eru við, eisini lagt seg eftir, at fáa einstøku listaverkini at tala saman á ein hátt, so eitt samspæl veksur fram millum verkini, ið gevur nýggjar møguleikar.

Heystframsýningin 2008 er bæði í Norðurlandahúsinum og í Listahøllini á Skipasmiðjuni, sum nú eitur MEST.

Framsýningin í Listahøllini letur upp leygardagin 27. september kl. 15 og er opin hvønn dag millum kl. 15 og 18 til 19. oktober.

Framsýningin í Norðurlandahúsinum letur upp sunnudagin 28. september kl. 16. Í tí sambandi hava limir úr Aldubáruni konsert.

Við á Heystframsýningini á ár eru:

Zacharias Heinesen, Tróndur Patursson, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Jákupsson, Olivur við Neyst, Andrias Andreassen, Anker Mortensen, Hanni Bjatalíð, Bjarne Werner Sørensen, Tummas Jákup Thomsen og Hjördis Haack, umframt Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og Brandur Patursson, sum gestaframsýnarar.

Zacharis Heinesen hevur gjørt eitt serprent til Heystframsýningin, sum kann keypast á framsýningini.

Eisini er gjørdur ein bóklingur, har Maranne Krogh Andersen, journalistur og mentanarredaktørur á Weekendavisen, hevur skrivað tekstin.