Leygardagin lat Heystframsýningin fyri fjóðru ferð upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni. 16 yrkislistafólk mannað í ár framsýningarhópin, og hava tey lagt framsýningina til rættis í felag.
Krøv til limirnar
Eins og hini árini eru tað limirnir í listabólkinum, sum sjálvi hava gjørt av, hvørji listafólk eru við á framsýningini. Inger Smærup Sørensen, ráðgevi hjá Heystframsýningini, ásannar, at framsýningini í so máta kann tykjast sum ein afturlatin veitsla.
- Tí syrgja vit eisini altíð fyri at hava gestaframsýnarar við. Í ár hava vit tveir gestaframsýnarar úr Føroyum, meðan vit síðsta ár høvdu nøkur útlendsk listafólk við - nettupp fyri at lata dyrnar standa opnar fyri nýggjum íblástri, sigur Inger Smærup Sørensen.
Listamaðurin Bárður Jákupsson er ein av limunum í bólkinum aftanfyri Heystframsýningina. Sambært honum ber illa til at siga neyvt, hvat skal til fyri at gerast limir, men á einum øki er hann ikki í iva
- Fyrsta treytin er, at listafólkið meinar listina í álvara og at listarliga góðskan er á einum høgum støði. Hinvegin eru ongi krøv um, at tey skulu umboða eina ávísa listafatan ella hava ein ávísan listarligan stil sum eyðkenni, sigur Bárður Jákupsson og heldur fram
- Tú kanst samanlíkna tað við at ein tónleikabólkur fær eyga á ein tónleikara, sum tey halda onkursvegna hóskar inn í bólkin og kann geva okkurt serligt íkast. Tað er á leið soleiðis, vit taka nýggjar limir inn, og øll skulu vera samd um avgerðina, sigur hann.
Bárður Jákupsson minnir á, at ein onnur treyt fyri at gerast limur, er at listafólkið arbeiðir við síni list burturav og ikki bert virkar sum áhugalistafólk.
- Tað skal sjálvandi eisini vera pláss fyri áhugalistafólkum á føroyska listapallinum, men áhugalistin er ikki partur av endamálinum við Heystframsýningini. Vit hava frá byrjan sett okkum fyri at tryggja eitt ávíst listarligt støði, og tað meina vit framvegis í álvara.
Tað serstaka í heildini
Umframt høga listarliga dygd, heldur Inger Smærup Sørensen, at júst Heystframsýningin í ár er merkt av sera stórum fjølbroytni. Millum mongu verkini eru nevniliga bæði glaslist, skulpturar, foto og videolist, grafikkur umframt málningar.
Burturúr fjølbroyttu íkastunum hava kuratorarnir Anker Mortensen og Bjarne Werner Sørensen so skapa ein heild, sum á sín egna hátt fær listaverkini at spæla saman.
- Úr hesum samanspælinum uppstanda bæði harmoniir og samanbrestir á ein hátt, sum allatíðina letur upp fyri nýggjum listarligum møguleikum og mátum at fata verkini, sigur Inger Smærup Sørensen, sum heldur hetta samanspælið vera ein av spennandi avbjóðingunum, tá ein listabólkur er felags um eina slíka framsýning.
- Tað, at listafólkini vita frammanundan, hvønn tey koma at sýna fram saman við, gevur teimum ein serligan møguleika at síggja síni egnu verk sum part av eini heild, sjálvt um tey jú altíð verða verandi sjálvstøðug verk, sigur Inger Smærup Sørensen.
FAKTA
Við á Heystframsýningi í ár eru:
Zacharias Heinesen, Tróndur Patursson, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Jákupsson, Olivur við Neyst, Andrias Andreassen, Anker Mortensen, Hanni Bjartalíð, Bjarne Werner Sørensen, Tummas Jákup Thomsen og Hjördis Haack, umframt Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og Brandur Patursson, sum gestaframsýnarar.
Framsýningin er opin fram til Zacharis Heinesen hevur gjørt eitt serprent til Heystframsýningin, sum kann keypast á framsýningini.
Eisini er gjørdur ein bóklingur, har Maranne Krogh Andersen, journalistur og mentanarredaktørur á Weekendavisen, hevur skrivað tekstin.