Heystkonsertir við Aldubáruni

Í ár fer Aldubáran at hava tvær heystkonsert. Fyrra konsertin verður í Klaksvík 27. september og seinna verður 28. september í Norðurlandahúsinum í samband við Heystframsýningina í Havn. Í ár er tað Aldubáru Málmblásara Trio, ið fer at spæla

Tann fyrra konsertin verður leygardagin 27. september kl 21 í Leikalund í Klaksvík. Til hesa konsertina fer Aldubáru Málmblásara trio at spæla eitt sindur lættari tónleik so sum Georg Gershwin og nakrar føroyskar sangir. Eisini verður nakað nýtt framført. So tað skuldi veri eitt sindur til øll. Seinna konsertin verður í Norðurlandahúsinum í Havn sunnudagin 28. september kl 16. Á hesari konsertini verður nýggjari tónleikur spældur av millum annað Nils V. Bentzon, Páll Sólstein og Atla Petersen.

Aldubáran er tann bólkurin í Føroyum, ið framførur flest nýskrivaðan partiturtónleik. Til næstan hvørja konsert Aldubáran spælir er ein frumframførsla. Á Heystkonsertini 2008 er einki undantak. Tónasmiðjurin hesaferð er Páll Sólstein. Eftir eina stutta konsertferð hjá Aldubáru Málmblásara Trio til London, fekk Páll hugfloð til at skriva eina trio bygt á býarlívið í London. Nýggja trioin verður framførd á báðum konsertunum.

Tónleikarnir í Aldubáru Màlmblásara Trio er Johan Hentze á trompet, Páll Sólstein á horn og Andras Olsen á trombon. Konsertinar eru umleið 60-70 min til longdar uttan steðg.

Stuðlað konsertunum hava: Tórshavnar Býráð, Mentamálaráðið og Mentanargrunnurin Landsins.