Hiddenfjord tvær altjóða virðislønir

- Vit vilja, at alivinnan gerst uppaftur burðardyggari, soleiðis at vinnan fær bestu umstøður at virka undir í dag og í framtíðini, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

 

Føroyska alifyritøkan Hiddenfjord hevur vunnið eina SEAL Business Sustainability Award úr USA, sum á hvørjum ári heiðrar tey nýskapandi átøkini fyri burðardygd kring heimin, sum gera størsta munin.

 

- Viðurkenningin er fyri, at Hiddenfjord gavst við at flyta laks út í heim við flogførum. SEAL stendur fyri Sustainability, Environmental Achievement and Leadership og er ein av týdningarmestu heiðurslønunum fyri burðardygd í USA.

 

Í tíðindaskrivi í morgun verður sagt, at átakið hjá Hiddenfjord eisini er viðurkent av Business Brilliance Awards í Stóra Bretlandi, har Hiddenfjord vann í bólkinum Environmental & Corporate Sustainability.

 

- Harumframt er stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, í uppskoti sum Business Leader of the Year til edie Sustainability Leaders Awards, sum er størsta virðisløn fyri burðardygd í Stóra Bretlandi. Business Leader of the Year heiðurslønin er grundað á arbeiðið hjá Hiddenfjord fyri burðardygd og djóravælferð seinastu trý áratíggjuni.

 

##med2##

 

Atli Gregersen vísir á, at fremsta virðið hjá fyritøkuni er burðardygd, og grundhugsanin er, at tað virksemi, sum fyritøkan hevur í dag, ikki skal leggja fót fyri framtíðarvirksemi.

 

- Vit vilja, at alivinnan gerst uppaftur burðardyggari, soleiðis at vinnan fær bestu umstøður at virka undir í dag og í framtíðini. Alt okkara virksemi skal vera innan fyri karmar, sum náttúran setur, og í samljóði við náttúruna, sigur Atli Gregersen.

 

Ein av fleiri grundgevingum fyri, at Atli Gregersen er í uppskoti sum Business Leader of the Year, er, at Hiddenfjord er fyrsta alifyritøkan í heiminum at ala stór smolt á landi, sum styttir tíðina, laksurin er í sjónum, og harvið minkar hetta um vandan fyri, at laksurin fær lús.

 

Ein onnur grundgeving er, at Hiddenfjord er fyrsta alifyritøkan í Evropa at seta í verk eina serliga tøkuskipan, kallað "stress-free harvesting" á enskum, ið tryggjar, at laksurin verður so lítið strongdur sum gjørligt, meðan hann verður tikin.

 

- Hetta er við til at geva laksinum hjá Hiddenfjord víðagitnu góðskuna. Harumframt er Hiddenfjord fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flyta laks við flogfari. Úrslitið er, at CO2-útlátið fyri langvegis flutningi er minkað heili 94 prosentum, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2-eindum um árið.

 

Hiddenfjord hevur saman við føroyskum myndugleikum áhaldandi arbeitt fyri strongum og skilagóðum reglum fyri aling í Føroyum. Skipanin av alivinnuni í Føroyum hevur í mong ár givið íblástur um allan heim.

 

- Tey, ið vinna edie Sustainability Leaders Awards, verða funnin mikudagin hin 2. februar 2022, verður lagt aftrat. 

 


 

 

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.