Higartil hevur tað eydnast væl at flyta farm við Herjólfi

Tað hevur kravt eina samskipan ímillum fleiri partar, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður

Tað er stórur munur á, at biladekki á Herjólfi er minni enn tað á Smyrli

Higartil hevur tað eydnast væl at fáa allan farm fram til tíðina við Herjólfi. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Men hann sigur, at tað er tí at Strandferðslan, privat flutningsfeløg, og vinnan sjálv, hava samstarvað um flutningin, og hava samskipað hann.

 

Hetta sigur landsstýrismaðurin í einum svari til Bjarna Hammer, tingmann fyri Javnaðarflokkin. Tingmaðurin hevur spurt hann um hann hevur givið Løgtinginum skeivar upplýsingar um, hvussu nógvan farm, bingjur og trailarar Herjólfur III hevur pláss fyri.

 

Hann sigur at tað er ósamsvar ímillum tað, landsstýrismaðurin hevur sagt um Herjólf og tað, sum nú er veruleiki. Eitt nú hevur hann greitt frá, at Herjólfur tekur 67 bilar, men nú er komið fram at hann tekur 35-36 bilar. Upprunaliga varð upplýst, at Herjólfur tekur 481 ferðafólk, men tá ið avtornar, tekur hann bara 385 ferðafólk. Harumframt er eisini komið fram, at herjólfur tekur minni farm enn upprunaliga ætlað.

 

Uni Rasmussen vísir á, at eftir upplýsingum frá eigarunum í Íslandi, væntaði Strandferðslan at Herjólfur fór at taka upp til 67 bilar, ella 16-18 trailarar, ella sleip, í ymiskum støddum. Eitt sleip er ein størri last, ið verður sleipað umborð og í land. Ein last kann vera alt frá einari 20 ella 40 fóts bingju, til eina opna last, eina last við tanga, ella eina bingja við burturkasti ella øðrum. Ein trailari er eitt sleip við forvogni við bilførara, sum kann koyra umborð og í land uttan at verða sundurskildur.

 

Eitt stórsleip eru 40 fóts lastir, ella 40 fóts bingjur, á mafivognum, og hetta eru tey størst sleipini. Fyribils útrokningar vístu, at tað bar til at hava upp til níggju stórsleip við á hvørjum túri. Aftaná royndarsiglingina í august varð tað, av praktiskum ávum, broytt til seks stórsleip. Tað ber tó til at hava átta-níggju stórsleip, umframt tvey - fýra smærri sleip, ella lastbilar, á sama túri. Men tá skulu trý av stórsleipunum verða flutt yvir á mafivognar

 

Uni Rasmussen sigur, at síðani Herjólfur fór í sigling tann 20. august, hevur stórfarmur fylt alt dekkið, tað vil siga at tað hava verið fimm - sjey stórsleip við umleið triðja til fjórða hvønn túr. Hinar túrarnar hava tað verið upp til seks-átta sleip, umframt tveir - fýra lastbilar ella ruskbingjur, umframt ein røð av persónbilum. Tað er fyri at bøta um tænastuna til persónbilar, ið annars ikki høvdu sloppið við á farmatúrinum klokkan tíggju um kvøldið og klokkan tvey um náttina.

 

Biladekkið á Herjólfi er gjørt til 67 persónbilar upp á umleið 4,5 metrar. Tá ið skipið kom til Føroyar, gjørdi Strandferðslan nýggjar útrokningar út frá tí, at hvør bilur er 5-5,1 metrar langur. Tá ið bara persónbilar eru við, er pláss fyri 56-60 akfør við. Strandferðslan gjørdi av at seta eitt bilarað av til átrokandi flutning, bæði farm og vørubilar, umframt at fast pláss varð sett av til sjúkrabil. Sostatt eru tí 42-45 føst pláss til persónbilar á hvørjum túri, uttan á farmatúrum.

 

Í juli mánað fekk Strandferðslan undangóðkenning frá altjóða sjóvinnumyndugleikunum til at føra 481 ferðafólk, men tá ið endaliga ferðafólkaloyvið kom frá Sjóvinnustýrinum, var ferðafólkatalið avmarkað til 391, sigur Uni Rasmussen.

 

Tað er stórur munur á, at biladekki á Herjólfi er minni enn tað á Smyrli