(savnsmynd)

Hildu at eldur var í brennistøðini á Hjalla

Í bygninginum hjá Føroya Tele í Søldarfirði fór eisini eldávaring í gongd, men her var talan um tekniskt brek.

(savnsmynd)

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tveir falskir alarmar vóru í gjár, har talan kundi verið um eld.

 

Men, í hvørgum føri var eldur í.

 

Á brennistøðini á Sandvíkarhjalla høvdu tey gloymt at boða frá, at tey arbeiddu upp á ein brenniovn, og í einum øðrum føri var talan um tekniskt brek.

 

Vaktleiðarin segði, at á brennistøðini høvdu tey koyrt royk ígjøgnum skipanina í samband við arbeiða at umvæla ovnin.

 

- Men, tey høvdu gloymt at boða sløkkiliðnum frá. Tí fór sjálvvirkandi alarmskipanin og tilbúgvingin í gongd, tó at her var eingin eldur.

 

Vaktleiðarin segði, at boðað varð eisini frá eldi í bygningi, sum Føroya Tele hevur í Søldarfirði.

 

- Men, heldur ikki her var eldur í. Talan var um eitt tekniskt brek, sum hevði fingið alarmin í gongd, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.

 


 

 

(savnsmynd)