Hillary stillar uppaftur

Hillary Clinton kann vera næstan vís í, at hon verður afturvald sum senatorur í New York.

Fyri góðum fimm árum síðani bleiv Hillary Clinton vald í amerikanska Senatið sum senatorur í New York, og tað er eingin ivi um, at hon verður afturvald á valinum í heyst.

Í gjárkvøldið tók hon av tilboðnum frá demokratunum um at stilla uppaftur, og meiningakanningar vísa, at hon fer at vinna greiðan sigur á republikanarunum. Tað er ikki greitt enn, hvørjum hon skal kappast ímóti, tí republikanararnir hava ikki kosið sítt valevni enn. Tað kann henda, at valið kemur at standa ímillum tvær kvinnur, tí summir republikanarar ætla at stilla Kathleen McFarland upp, men alt bendir tó á, at tað verður fyrrverandi borgarstjórin John Spencer.

Í takkarrøðu síni í gjárkvøldið fanst Hillary Clinton hvassliga at stjórnini hjá George W. Bush og republikanska meirilutanum í Kongressini, men hon segði ikki eitt orð um, hvørt hon ætlar sær at stilla upp á forsetavalinum um tvey ár ella ikki. Meiningakanningar hava annars víst, at hon kann eisini vinna tað valið, stillar hon upp.