Hillary vann í New Mexico

Eftir at hava talt í níggju dagar kunngjørdi valnevndin í New Mexico í nátt, at Hillary Clinton vann uppstillingarvalið har Tað kom ivaleyst Hillary Clinton væl við at frætta tað endaliga úrslitið av uppstillingarvalinum í New Mexico. Tí níggju dagar eftir valið varð í nátt kunngjørt, at hon vann ein tepran sigur á Barrack Obama.

New Mexico sendir 26 valmenn á tann endaliga uppstillingarfundin hjá demokratunum. Eftir fínteljingina er greitt, at Hillary Clinton fær 14 og Barrack Obama 12 valmenn.

New Mexico var ein av statunum, sum høvdu uppstillingarval Stóra Týsdagin 5. februar.