Fyri løtu síðani var venjingardysturin á venjingarvøllinum hjá FCK millum FCK og liðið hjá Adrian Justinussen og Daniel Johansen, Hillerød liðugur.
Hillerød úr næstbestu deildini vann ein flottan 1-0 sigur.
Fyrrverandi B36- og HB áleyparin, Sebastian Pingel skoraði sigursmálið í 15. minutti.
Adrian byrjaði inni fyri Hillerød. Daniel spældi allan seinna hálvleik.
Í steðginum skifti FCK seks leikarar út, men Hillerød knógvaði kortini sigurin heim.
Komandi leygardag klokkan 12 spælir Hillerød venjingardyst móti Næstved á útivølli.
Kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini byrjar 21. juli.