Hilmar Thomsen farin

Leygardagin 23. apríl andaðist Hilmar Thomsen í Klaksvík 85 ára gamalur. Allir klaksvíkingar, sum eru komnir eitt lítið sindur upp í árini, minnast Hilmar, sum var politistur og harvið almennur persónur í Klaksvík.
Hilmar var føddur og uppvaksin í Sumba. Hann róði út og var við slupp, og fyrstu krígsárini sigldi hann niður við fiski. Á nýggjárinum í 1943 varð Hilmar fyribilssettur sum kommunalur politistur í Miðvági. Hetta var mitt undir krígnum, tá ið umstøðurnar vóru so serligar, eitt nú við at fleiri túsund bretar hildu til í Vágum.
1. desember í 1944 varð Hilmar settur kommunalur politistur í Klaksvík. Sambært bókini hjá Hjartvardi Skálagarð um politiið í Føroyum, so var Hilmar fjórði politisturin í Klaksvík. Petur Juul Samuelsen, Bernhard Brim og Jaspur Leivsgarð vóru og høvdu verið frammanundan honum.
Síðst í fýrati árunum var Hilmar í knappliga eitt hálvt ár á skúla í Danmark. Hilmar fann sær konu í Klaksvík, og harvið gjørdist hann ein av mongu klaksvíkingunum, sum miðskeiðis í síðstu øld vóru komnir aðra staðni frá í landinum.
Klakvíkingar minnast Hilmar sum dámligan og fryntligan mann. Hann fór úr politistastarvinum vegna aldur 1. september í 1982, men hann helt fram at arbeiða eitt sindur sum politistur inntil 1. september í 1985, tá ið hann varð endaliga loystur úr starvi. Tá var Hilmar framvegis væl fyri, og nógvu tey næstu árini arbeiddi hann á Norðborg og helt vakt umborð á skipum.
Hilmar giftist í 1959 við Jytte Havn Rasmussen úr Klaksvík. Tey fingu tvey børn - Karl Johan, sum býr í Klaksvík, og Onnu, sum býr í Kolding.