Himmalin hjá Guðrið opnar seg

Guðrið fer Mentanarnáttina at geva ein forsmakk upp á hvussu hennara himmal ljóðar. Útgávukonsertin er sett at vera 13. juni, men Mentanarnáttina ber til at fáa ein forsmakk, tá The Sky is Opening kemur á gøtuna

Guðrið Hansdóttir kemur út við nýggjari fløgu sjálva Mentanarnáttina. 5. juni. Fløgan ber heitið The Sky is Opening, og við á fløguni eru 11 løg, níggju á enskum og tvey á føroyskum. Umframt egnar tekstir, hevur Guðrið eisini gjørt løg til yrkingar hjá millum øðrum Guðrið Helmsdal (Mjørkanáttin), Róa Paturssyni (Flower Brother) og Siggu-Mariu Højgaard (On My Own Two Feet, Sleep, Stjørnur).

- Tónlistarliga og stílmessiga er tónleikurin á The Sky is Opening ikki tann sami, sum á fyrru útgávuni Love is Dead frá 2007. Nýggi tónleikurin er meir búgvin og djúpur, og sjangran fer meira út í folk/pop og minni rock. Løgini snúgva seg enn um kærleika og um ymiskar hendingar í lívinum, men hava meira jaligan tóna og minni sorgblídni, sigur Guðrið Hansdóttir um sína nýggju útgávu.

Tónleikurin á fløguni er ein blanding av svenskum poppi við íblástri frá fólkatónleiki og 70 ára rokki. Fleiri klassisk ljóðføri eru við á løgunum, og einans gomul ljóðføri vóru nýtt í studionum. Elsta ljóðførið, sum er eitt pumpuorgul, er frá 1910 og yngsta ljóðførið var Gibson guitarin hjá Guðrið frá 1994.

Upptøkur vóru gjørdar í nýggju upptøkuhølunum hjá Jónas Bloch, og varð fløgan miksað í Berlin.


Forsmakkur fæst Mentanarnáttina

Nýggja fløgan verður at fáa í handlunum fríggjadagin 5. juni, og í hesum sambandi verður móttøka í skrivstovuni hjá Mess í Niels Finsensgøtu klokkan 22.00. Guðrið fer at spæla nøkur løg av útgávuni, og eisini verður høvi at ogna sær fløguna og keypa atgongumerki til útgávukonsertina, sum verður 13. juni. Fyri tveimum árum síðan hevði Guðrið sína fyrstu útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum, og hendan konsert var so mikið væl eydnað, at hon nú enn einaferð hevur valt at hava útgávukonsert har.

- Sjónleikarhúsið hóskar sera væl til intimar konsertir og ljóðið har inni er fantastiskt, sigur hon.

Við á hesi nýggju fløguni er ein hópur av dugnaligum tónleikarum og fleiri av teimum vera við á pallinum 13. juni. Eitt nú Mikael Blak (Teitur, 200), Leivur Thomsen (Terji og Føstufressar), Magnus Johannesen (Budam), Líggjas og Flóvin (Deja Vu), Rógvi á Rógvi (Budam), Berharður Wilkinson, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Tóri Restorff og Ása Wraee (Budam).

Heiðrik á Heygum fer at hita upp og fer hann at spæla tónleik av hansara komandi fløgu.