Nicolina Jensen Beder
Í Dimmalætting hevur Sveinur Tróndarson áhugaverdar hugleiðingar um troyggjuheitið »islændersweater« og »islænderstrik« í sambandi við nýggju troyggjuna hjá Guðrun & Guðrun.
Í mong ár havi eg leitað eftir svarið uppá, nær og hví danir fóru at kalla føroyskar skipstroyggjur fyri islændere, uttan tó at hava funnið svarið. Tó má eg siga, at tá eg sá hesar nýggju føroysku troyggjurnar, bæði í filminum »Forbrydelsen« og í blaðnum »Kvinnu«, trúði eg sjálv, at tað vóru íslendskar lopatroyggjur.
Skipstroyggjan fekk av eini hvørji orsøk handilsnavnið »islænder« sum søluvøra í Danmark. Møguliga er hetta komið av útflutningi saman við íslendskari ullvøru, tá útflutt varð gjøgnum »Det islandske Kompagni«, ella tá ið farið varð at binda úr íslendskari ull. Útróðrarmenn í Íslandi um aldaskiftið 1900 vildu í fleiri førum heldur hava ull enn pening heim aftur við sær. Ullin gav teimum arbeiði fyri veturin.
Ein gomul remsa frá Jóan Chr. Poulsen í Hesti kundi týtt uppá, at navnið íslandstroyggja eisini var kent í Føroyum.
Mostir bindur íslandstroyggju,
Sanna turkar ull á meis;
Heini liggur fullur
uppi í koyggju,
Jákup siglir við Surprise.
Surprise var eitt av handilsskipunum í Vágsbotni (M. C. Restorff og Sønner) bert 27 tons.
Vibeke Lind skrivar í bókini »Strik med nordisk tradition«:
»Islændere« er den gamle betegnelse for sømands- og arbejdstrøjer strikket i groft barn i to, højst tre af uldens naturlige farver og i en helt enkel facon. Í bókini stendur somuleiðis mynd av Polarforskeren Knud Rasmussen, omkring 1920, iført en islandsk sweater. Læg mærke til den enkle aflukning i halsen og forneden på ærmerne. På undersiden af ærmet ses en udtagningsstribe. Tá ið troyggjuerman er bundin niðureftir frá ermagapinum, eins og tað týðiliga sæst, er tað ein aftagningsstribe og ikke ein udtagningsstribe. Troyggjan er uttan iva føroysk. Aftaná at bókin var útkomin, gjørdi Elsa Guðjónsson, Ísland, vart við, at umtalaðu troyggjur ongantíð høvdu verið bundnar í Íslandi, men í Føroyum.
At troyggjuheitið soleiðis er vorðið blandað, ger tað trupult hjá teimum, ið skriva um føroyska og íslendska binding uttan at kenna rætta samanhangið.
Sjálv haldi eg tað vera ómetaliga áhugavert, at føroyskar kvinnur finna upp á eitt hvørt nýtt, sum eydnast. Tess vegna vil eg fegin ynskja teimum hjartaliga til lukku. Samstundis má eg koma við eini inniligari áheitan um, at tey, ið finna nýggjar vegir, samstundis finna nýggj nøvn og heiti.
Alt føroyskt heimavirki, við gamlari siðvenju, ið hevur navn ella heiti, hevur júst tað heitið, ið vísir til plaggið, bæði til tilfar og útsjónd. Hesar nýggju troyggjurnar hava einki, sum vísir til skipstroyggjuna, og skuldu sostatt fingið egið navn. Um vit ikki ansa eftir, sita vit eftir á berum.
Her skal eg vísa til nøkur fá dømi, har vit longu eru komin í vanda. Kotið, eitt plagg, ið hevur elligamla siðvenju, bæði til tilfar og snið. Bundnaturriklæðið, ið nú verður kallað sjal, og ullint teppi, ið verður kall-að rekkjujuváð. Hetta er í mínari verð ómetaliga syrgiligt.
Alnótin er ikki minni vandamikil. Har kunnu vit lesa, at seyðurin í Føroyum er mynstrutur, og ullin er litað. Seyðurin í Føroyum er ymist littur, og ullin er ymist litt. Eisini havi eg funnið myndir av cheviotsblandaðum seyði, vísandi til, at føroyskur seyður er óblandaður, norrønur, upprunaseyður.
Blaðið »Kvinna« hevur lýsing av troyggju undir heitinum »Lekkur skipstroyggja«. Troyggjan hevur einki, sum vísir aftur til skipstroyggjuna. Havi ikki áður hoyrt heitið »lekkur« um skipstroyggju. Troyggjan er mjúk ella hvøss, fín ella grov, føst ella leyst bundin.
Nær byrjað verður at binda skipstroyggjur, kann vera ilt at finna við ávísum árstali. Jørgen Landt skrivar í 1798-99, at tað verður bundið tvey sløg av troyggjum, fínar og grovar »med forskellige figurer«. Her fáa vit greitt at vita, at tað verður bundið mynstrut. Landt skrivar eisini, at føroyingar sjálvir brúka tær fínu troyggjurnar og selja tær grovu skipstroyggjurnar. Vert er at leggja til merkis, at Landt skrivar heitið skipstroyggjur. Skipstroyggjur ella bátsmanstroyggjur, sum tær eisini vórðu kallaðar, vórðu fyri tað mesta bundnar úr broddi, og vórðu tær soleiðis bert bundnar sum handilsvøra í 19. øld. Til sín sjálvs bundu føroyingar úr nappaðum og samfingnum.
Skipstroyggjurnar vórðu bundnar eftir givnum reglum úr Danmark.
Extrakt
Betræffende Trøiefabrikationen, maatte det tillades mig at anmærke følgende.
En 1½ Punds Trøie maa i bullen være 25 Tommer lang og ¾ Alen bred ved Opkastet eller nederst; Ærmerne, hver 21 Tommer lange og fult ¼ Alen brede over Overarmen, neden for Aflaskningen. – Bullen begyndes med 216 Masker (Ejur) og Ermen med 120, men under Armhullerne maa den første være forøget ved successiv Optagning, med omtrent 20 Masker, efter Omstændighederne.
Korkefarven er den fortrinligste og egne(t) for Handelstrøjer, og jo mørkere denne er, jo bedre, dog maa det tillades paa de Stæder hvor Korke ei findes i Mængde, at hveranden Figur (Minstur) er sort. – Trøjer med graae eller anderledes Couluerte Figurer. Kunne ikke modtages i handelen. Jo mere Colour, der gives i en Trøie, destobedre vil den anses. – Figurerne kunne vælges efter Behag, men ikke altfor store, ikke heller maae Striberne af Grundfarven (Spølanir) være for brede, og i Trøier, hvor Figurren dreie gaae lige opefter, bør altid mellem hver Rad findes en couleurte Traad kastas omkring, saaledes, at en Bugt slet ikke gaar over flere end 4 Masker og at optage Bugterne først i den følgende Omgang (Umfær), bør ikke findes Sted, naar man istedet for Striber (Spølir) bruger Rending (Renning), bør Figurringen indrettes saaledes, at Bugtenerne aldrig omgaae flere end 4 Masker (Ejer). – At Strikkepinderne (Stokkarnir) vælges passende med Uldgarnets Tykkelse, saaledes, at Trøien ikke bliver forløst knyttet, er nødvendigt at iagttages. Topundstrøierne bør i Bullen være fulde 28 Tommer lange, og 19 Tommer brede ved Aflaskningen, og ellers af samme Bonitet som 1½ Punds. (Ærmerne 24 Tom. Lange og 7 Tom. brede)? Forøvrigt bør den til Fabrikationen anvendende uld være vel udvasket og renligt behandlet; Traaden jævn spundet og saa fin, at gidset, tilbørligt tæt virket, kan svare til bestemte Maal og Vægt, paa det at Uldgodset saaledes atter kan bringes til sin Fortids oprindelig gode Egenskab og følgelig forhøjes i Prisen, til Indbyggernes og Handelens Fordel.
Handilsforvaltarin sendi hetta bræv til Tillisch til undirskriftar, fyri síðani at verða sent til sýslumenninar. F. Tillisch var amtmaður í Føroyum 1830-1837.
Tað, sum vert er at leggja til merkis her, er, at buktirnar ikki mega vera longri enn yvir fýra eygu. Hetta hevur so aftur ávirkan á, at mynstrini vórðu bundin eftir givnum reglum.
J. Falk Rønne skrivar, at í 1888 fóru 30.411 troyggjur av landinum.
Í 1970’unum gjørdist skipstroyggjan av nýggjum størsti móti, bæði millum ung og gomul. Tá var skipstroyggjutógvið úr góðum samfingnum, eisini kallað sporttógv. Mótar skifta, so er eisini við skipstroyggjuni.