Norska blaðið Verdens Gang hevur tosað við bæði evropeiska veðurstovnin í Reading í Onglandi, og eisini við amerikanska International Research Institute for Climate and Society í New York.
Á báðum stovnum eru veðurfrøðingar samdir um, at tað eru útlit fyri hitabylgju kring allan heim í summar. Einastu undantøkini tykjast verða her á okkara leiðum, tí sambært serfrøðingunum verður talan um eitt miðal summar í vestur-Evropa, meðan tað verður rættiliga heitt í eystara parti av Europa. Ikki minst við Miðjarahavið, eitt nú í Turkalandi, verður tað væntandi óvanliga heitt í summar.
Serfrøðingarnir siga somuleiðis, at tað eru summi øki í heiminum, sum kunnu vænta sær ekstreman hita í summar. Tað eru til dømis øki so sum Afrika, londini við Meksikanska Flógvan og eitt nú Teiland.