Teir seinastu dagarnar hava hitamátararnir í Spania ligið um 40 stig, og veðurmenninir siga frá meiri hita teir næstu dagarnar, tí heitari luft rekur úr Norðurafrika norður um Miðjarðarhavið.
Í Lagunas de Somoz, sum er í útnyrðingspartinum av Spania, vóru 40,1 stig í gjár, og í Sevilla har suðuri í landinum komu hitamátararnir upp á 43 stig í støðum. Veðurmenninir siga, at teir næstu dagarnar kann hitin koma upp ímóti 45 stigum.
Tað verður eisini heitt nógvastaðni í Fraklandi teir næstu dagarnar, og í Danmark fáa fólk eisini gleði av hitanum har suðuri, tí heita luftrákið kemur inn yvir Danmark seinni.