Hitapottur hitar nólsoyingar

- Hetta er simpulthen so deiligt og kann avgjørt viðmælast, vóru orðini hjá onkrum teirra, sum royndu hitapottin í góðveðrinum í gjárkvøldið.

Leygarkvøldið varð kynt undir hitapottin, sum Kunningarstovan í Nólsoy hevur útvegað sær. Áhugin fyri hitapottinum tóktist stórur, tí fólk sótu skiftandi í heita vatninum, til farið varð um midnátt í gjárkvøldið.

 

Á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - stendur, at tað tók einar 5-6 tímar at hita undir pottinum, men tá farast skuldi í hann um 21-tíðina í gjárkvøldið, var vatnið vorðið so heitt, at neyðugt varð at lata nakað av køldum vatni í pottin.

 

- Hetta er simpulthen so deiligt og kann avgjørt viðmælast, vóru orðini hjá onkrum teirra, sum royndu hitapottin í góðveðrinum í gjárkvøldið. 

 

Nólsoyingar hava leingi svomið á sjónum á Malarenda, og hitapotturin er eitt gott og heitari alternativ til køldu havsvimjingina hjá nólsoyarkonum og einstøkum monnum.

 

Myndina av hitapottinum eigur Evy T. Nielsen, og á facebook-síðuni hjá nólsoyingum - Nólsoy í myndum - liggja nógvar frálíkar myndir, sum tiknar vórðu í gjárkvøldið.