Ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, luttekur um netið á fundinum, sum er millum verjumálaráðharrar í París í dag

Hittast í París at viðgera Ukraina og Evropa

Sambært franska verjumálaráðnum fara samrøðurnar í høvuðsheitum at snúgva seg um at styrkja evropeisku verjuna

Ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, luttekur um netið á fundinum, sum er millum verjumálaráðharrar í París í dag

Sambært tíðindastovuni NTB hittast verjumálaráðharrarnir í ávikavist Fraklandi, Týsklandi, Italia, Póllandi og Stórabretlandi í París í dag.

 

Her fara teir at viðgera Ukraina og styrkt verjusamstarv av Evropa.

 

- Fundurin kemur í kjalarvørrinum av fundinum millum verjuleiðarar, sum eisini var í París í gjár - og fundinum, sum var í Saudi Arabia í gjár millum umboð fyri USA og Ukraina.

 

NTB veit at siga, at ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, luttekur á fundinum um netið.

 

Sambært franska verjumálaráðnum fara samrøðurnar í høvuðsheitum at snúgva seg um at styrkja evropeisku verjuna.

 

 

 

Ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, luttekur um netið á fundinum, sum er millum verjumálaráðharrar í París í dag