Ísraelski varaforsætisráðharrin, Shimon Perez, vil vera við, at Hizbollah brúkti russisk vápn í bardøgunum við ísraelska herinum í Suðurlibanon herfyri.
-Vit hava sæð vápnini, og tey eru russisk, segði Peres við russiska útvarpið í gjár. Hann segði, at ísraelska stjórnin hevur fingið at vita, at Russland hevur biðið myndugleikarnar í Sýrialandi greiða frá, hvussu Hizbollah hevur fingið fatur á russiskum vápnum. Sýrialand og Iran stuðla Hizbollah, og bæði londini keypa vápn úr Russlandi.
Russisku myndugleikarnir avsanna kortini, at Hizbollah hevur russisk vápn. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar í Moskva sigur við AP, at hevur Hizbollah brúkt russisk vápn, so hevur felagsskapurin fingið fatur á teimum einstøku lutunum onkunstaðni og síðani sett vápnini saman.