Hizbollah stóð aftanfyri álop á bústaðin hjá Netanyahu

Tað sigur ein iransk ST-sendinevnd.

 

Ein iransk ST-sendinevnd segði í dag, at tað var libanesiski Hizbollah-felagsskapurin sum stóð aftanfyri álopið á bústaðin hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu. 

 

– Atgerðin varð framd av Hizbollah í Libanon, upplýsti sendinevndin, tá hon svaraði spurninginum um leiklutin hjá Iran í álopinum.

 

Tað er iranska tíðindastovan Irna, sum ber hesi tíðindi.

 

Fyrr í dag legði Benjamin Netanyahu Hizbollah undir at hava roynt at beina fyri honum og konuni, og hann lovaði hevnd yvir Iran og allar sameindu hjá landinum.

 

- Tit fara at gjalda ein høgan prís, legði ísraelski forsætisráðharrin aftrat.

 

Hizbollah, sum eru sameindir hjá Iran, hevur enn ikki tikið ábyrgd av álopinum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

Talan var um eina dronu, sum varð skotin móti privata heiminum hjá ísraelska forsætisráðharranum í býnum Kesarea har norðuri í Ísrael.

 

Sambært útlendskum miðlum er hetta summarbústaðurin hjá Benjamin Netanyahu. Eingin fekk skaða, og forsætisáðharrin var ikki heima.