Felagsskapurin Hizbollah, sum heldur til í Libanon, kunngjørdi í kvøld, at tað var hann, sum sendi eitt ómannað njósnaraflogfar inn yvir syðra part av Ísrael fyri nøkrum døgum síðani. Ísraelska flogvápnið skeyt flogfarið niður, stutt eftir at tað var komið inn í ísraelskt loftrúm.
Leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, segði í einari sjónvarpssending í kvøld, at flogfarið varð sent á flog úr Libanon út yvir Miðjarðarhavið og haðani inn yvir Gaza og syðra part av Ísrael. Hann legði afturat, at flogfarið flreyg uppi yvir áhugaverdum málum í Ísrael, sum hann málbar seg. Tað hevur ljóðað, at tað ómannaða flogfarið var ikki langt burturi frá ísraelska Dimona-kjarnorkuverkinum, tá tað bleiv skotið niður.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjalin Netanyahu, segði í dag, at Ísrael fer framhaldandi at reka ein avgjørdan politikk, tá tað snýr seg um vandar uttaneftir.