Hjálmurin bjargaði ungum dreingi

Eitt ferðsluóhapp var á Løgmannabreyt í gjárkvøldið, men skaðin, sum stóðst av tí, var lítil og ongin.

Óhappið hendi, tá ið ein bilur, sum var á veg niðan eftir Løgmannabreyt og eitt prutl, sum var á veg omaneftir, stoyttu saman.

Ein 17 ára gamal drongur koyrdi prutlið og hann varð slongdur ígjøgnum luftina.

Men tann ungi drongurin var so skilagóður, at hann var í fallhjálmi og løgreglan er sannførd um, at hevði hann ikki havt tað, hevði hann ikki sloppið so væl burtur úr tí.

Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan veit ikki í smálutum, hvussu óhappið hendi, men rúsdrekka var ikki uppi í.

Annars hevur verið stak friðarligt í nátt og yvirhøvur var lítið av fólki í býnum.

Og tað høvi nýtti løgreglan til at kanna øll skeinkistøðini í býnum, men har var onki at finnast at, sigur løgreglan.