Óli Jákup Trúgvustein, sum arbeiður sum service maður á Oyrasundskollegiunum í Keypmannahavn, har ið nógvir føroyingar búgva, fekk í vikuni eina óvæntaða uppringing, sum hann nokk seint fer at gloyma. Men tann veruliga hvøkkin átti ein ung donsk genta í einari íbúð í B blokkinum, sum illa vildi trúgva sínum egnu eygum, tá ið hon fer á wc og sær eina stóra slangu í kummuni.
- Jú, søgan er sonn. Av tí at eg ikki sjálvur hevði vakt hendan dagin, so varð tað ein av mínum starvsfeløgum, sum beinanvegin fór at kanna málið nærri. Og talan var hvørki um falskan alarm ella eina brúsuslangu, men um eina fullvaksna litfagra kvalaraslangu omanfyri ein metur til longdar, sum vitjaði mest privata rúmið í íbúðini. Vaktarmaðurin valdi ikki sjálvur at taka slanguna upp, men ringdi til Djóraverndarfelagið fyri at vita hvat var ráðiligt at gera , men tá hjálpin kom á staðið var slangan horvin niður í avløbið, veit Óla Jákup at siga frá.
Sama kvøldið var slangan aftur at síggja. Hesaferð var tað ein granni hjá gentuni, sum gjørdi skjótt av og fekk fatur á slanguni.
Eftir hendingina verður sagt, at tann, sum hevði íbúðina frammanundan, hevði mist slanguna burtur fyri 4 mánaðum síðani. Gentan sjálv hevur einans búð á kollegiunum í mánað , og hevur verið lukkuliga óvitandi um sambúgvan. Hugsandi er ikki at slangan hevur livað í rørskipanini í so drúgva tíð, men heldur at hon hevur krógvað seg í íbúðini og hendan dagin var farin niður í wc kummuna og víðari í rørini at finna sær vatn.
Slangan er av slagnum Kongeepryton, 120 cm long og ikki vandamikil.