Jóna Mortensen, sum skipaði fyri loppumarknaði og innsavning til frama fyri Somaliahjálpin, metir, at umleið 110 túsund krónur eru komnar inn. Tær eru ikki heilt lidnar at telja upp.
Peningurin verður allur fluttur til Reyða Kross í Danmark.
- Eg tosaði við tey í Reyða Krossi í gjár, og tey vóru ovfarin. Eingin annar hevur savnað so nógv inn, sigur Jóna Mortensen.
Hon ger vart við, at innsavningin heldur fram.