Hjálpti at rópa hart

Tað skundaði undir leiðsluna í FCK, at Todi Jónsson gav ilt av sær viðvíkjandi væntandi scanningini av einum skaða í lærkrikanum. Upprunaliga skuldi Todi bíða eftir hesum í tíggju dagar, men eftir at hann umvegis BT segði frá frustratiónum sínum um bíðitíðina, tók leiðslan annað skinn um bak. Á heimasíðu síniari sigur Todi frá, at hann skuldi til scanning mikudagin, men við evstamark okkara bar tó ikki til at fáa at vita, hvat úrslitið av hesum hevði verið.