Seamus og Marna Harmey vórðu gift hin 20. mai í ár. Tey valdu at bíða eitt sindur við teirra brúdleypsferð. Tá tey so skuldu fara avstað, so var eftir at velja staðið, og valið fall á Føroyar. Tey eru úr stóra amerikanska býnum Chicago, sum føroyingar kanska kenna frá kurvabólti ella frá eyknevninum ?the windy city?, ið als einki hevur við veðrið at gera.
Tá tey komu til Føroya 22. august og fóru avstað síðsta leygardag, 1. september. Vitjanin í Føroyum hevur tikið tey kring oyggjarnar, og tey hava eisini upplivað eitt sindur av hvørjum. Í allar mátar eru tað góð orð, ið tey bæði hava at bera oyggjunum.
Hevði hoyrt um Føroyar
Hvørki hann ella hon er upprunaliga úr Chicago. Hann er íri av uppruna, og hon er prestadóttir ?from the country?. Tey bæði búleikast nú bæði í Chicago, har tey hava eina íbúð.
Hann starvast innan partarbrævamarknaðin. Hon arbeiðir hjá Greenhouse/Leo J. Shapiro, sum ger sokallað ?marked research?.
Tey settu sær fyri at finna eitt gott stað at fara á brúdleypsferð. Tey kundu hugsað at hava nógvar og góðar møguleikar at fjakka, samstundis sum, tá hetta nú einaferð skuldi vera teirra brúdleypsferð, so vildu tey fegin gista á hotellum. Hetta funnið tey í Føroyum, og sigast skal, at tey siga seg vera sera fegin um at hava vitja oyggjarnar.
Seamus hevði hoyrt um Føroyar, og tað var eisini hann, sum nevndi møguleikan at leggja leiðina henda vegin, tá hetta var eitt stað, sum kanska eftirlíkaði teirra treytir.
Tey fóru so undir at kunna seg um Føroyar gjøgnum alnetið, og endin varð, at tey valdu at leggja leiðina til Føroya. Allar bíleggingar fóru eisini fram á alnetinum, og Seamus sigur, at tað í veruleikanum var óføra lætt at skipa fyri einari ferð til Føroya úr Chicago.
Flogferðaseðlarnir skuldu tey rinda einar 3.600 dollarar fyri, men tá skuldi tey eisini til Írlands. Tá hetta var teirra brúdleypsferð, so valdu tey eisini at fylla pengapungin við umleið tvífalt so nógv sum ferðaseðlarnir kostaðu.
Kring oyggjarnar
Sum áður nevnt, so hava tey á vitjanini verið og vitja nógv støð í Føroyum. Tey hava bæði vitjað í Suðuroynni, Sandoynni, Eysturoynni og Vágum. Tey siga seg hava hitt nógv spennandi og fitt fólk.
Alt eftir hvar tey hava verið, so hava tey eisini gist eftir umstøðunum. Tað er ikki á øllum oyggjunum í Føroyum, at tað eru hotellir, men hetta leggja tey ikki nógv í. Á Sandoynni nýttu tey høvi at búgva á einum bøndagarði, har tey eisini lata heilsa Lauru og Pálli fyri gestablídni.
Eisini vildu tey fegin heilsa Mortan og Daniel í Suðuroy, Hans Peturi á Eiði og Einari í Klaksvík.
People don?t try to kill you
Tá tað eydnaðist Sosialinum at fáa hendur á teimum báðum, vóru vit til búgvið borð á Sjómansheiminum í Havn. Tað skal eisini sigast, at talan var um frálíka góðan mat, sum teimum vitjandi eisini dámdi sera væl.
Longu nú hómast nøkur av teimum eyðkennum, sum at kalla øll hjún kunnu sigast at hava. Konan brýtur mannin av, tá hann tosar, og hann erpin við vitan, uttan at tey við hesum gera nakað skeivt.
Eftir at tey hava greitt frá ferðini, fer prátið at snúgva seg um Føroyar sum ferðamannaland. Tey bæði hava alt gott at bera Føroyum, og skulu tey seta fingurin á nakað, so siga tey, at samferðslukervið kanska kundi verið eitt sindur greiðari at nýta. Eisini kundi skeltingin á summum økjum verið eitt sindur betri fyri fjakkarar.
Sum Seamus eisini tekur til, so er ein stórur munur millum Chicago og Føroyar: People don?t try to kill you in the Faroe Islands.
Tá tey fóru avstað leygardagin gekk leiðin til Danmarkar og síðani til Dublin, har tey skulu til brúdleyp hjá systur hansara.