Hjún standa á odda fyri VÍF

Heimasíðan hjá VÍF skrivar, at hjúnini Svanna Hanusardóttir og Kári Mortensen skulu venja besta kvinnuliðið í Vestmanna komandi árið. Svanna Hanusardóttir og Kári Mortensen hava drúgvar royndir í føroyskum hondbólti. Hanusardóttir var millum mest týðandi leikararnir hjá Neistanum í sjeyti – og áttati-árunum, og hon hevur eisini roynt seg í bestu donsku hondbóltskappingini. Mortensen, sum hevur slitið sínar barndómsskógvar í VÍF, var leingi millum bestu hondbóltsleikararnir í Føroyum. Seinastu trý árini hevur hann staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá KÍF.