Fyrrverandi landsliðsleikarin og fyrrverandi KÍ liðskiparin, Hjalgrím Elttør, hevur enn ikki longt sín sáttmála við barndómsfelagið KÍ til komandi kappingarár.
Men sambært Hjalgrím Elttør, gongur ikki long tíð til ein nýggjur sáttmáli verður undirskrivaður.
- Tað verður arbeitt við einum nýggjum sáttmála í løtuni. Eg tosi fyrst og fremst við KÍ, og so taki eg eina støðu útfrá tí. Alt kemur væntandi uppá pláss í hesari vikuni.
Sostatt bendir nógv á, at Hjalgrím Elttør aftur komandi ár verður at síggja í KÍ troyggjuni.
32 ára gamli Hjalgrím Elttør hevur spælt á besta KÍ liðnum síðani ár 2000. Umframt barndómsfelagið KÍ, so hevur hann eisini umboða NSÍ og B36 í føroyskum fótbólti, umframt at hann eitt skifti spældi við Fremad Amager í Keypmannahavn.
Hjalgrím Elttør hevur eisini spælt 27 dystir fyri føroyska landsliðið.