Sjúrður Olsen heldur, at Jógvan Arge ikki man hava nakrar góðar grundgevingar eftir, nú tá hann gerst persónligur í sínum atfinningum, heldur enn at halda seg til málið
Jógvan Arge sáddi í gjár iva um trúvirði av kostnaðarmetingini, sum Tórshavnar býrað ætlar at gera av møguleikanum, at byggja eina bingjuhavn á Glyvursnesi. Hann vildi vera við, at av tí at formaðurin í vinnunevndini, sum skal gera metingina, longu hevur kunngjørt, at tað verður ov dýrt, verður kostnaðarmetingin óálítandi.
Sjúrður Olsen skilir væl, at Jógvan Arge nú leggur eftir honum, heldur enn at halda seg til evnið. Hann hevur nevniliga ongar grundgevingar eftir, til at vera ímóti ætlaðu útbyggingini, sum, minnir Sjúrður Olsen okkum á, Jógvan Arge sjálvur hevur arbeitt fyri.
- Jógvan Arge hevur sum sagt tikið undir við málinum til nú fyri kortum, og hann veit fullvæl, at fleiri alternativ eru kannað, og hann veit eisini at kanningar, ið gjørdar eru í hesum máli – eins og allar slíkar kanningar verða gjørdar av uttanveltaðum serfrøðingum, og ikki – sum Jógvan Arge hevur hug at snara tað til – av vinnunevndini ella formanninum í vinnunevndini, skrivar Sjúrður Olsen.
Sjúrður Olsen er greiður yvir, at so stórar avgerðir ongantíð fara at kunna tekkjast øllum.
- Tí er okkara uppgáva sum býráðspolitikarar at tryggja okkum, at málið og valkostirnir eru so væl lýst, sum neyðugt og ráðiligt er. Vit skulu tryggja okkum, at allar mannagongdir verða fylgdar, og síðani at skera ígjøgnum, og tryggja, at tey tøk verða tikin, sum takast skulu, soleiðis at býráðið ger tað sum tað kann og skal, til tess at tryggja lív, framburð og trivnað í kommununi, skrivar hann.
Sjúrður Olsen heldur á, at minna á, at Jógvan Arge hevur verið við í tilgongdini og tí veit, at aðrar loysnir hava verið kannaðar og vrakaðar av ymsum orsøkum. Sjúrður Olsen sigur eisini, at hetta er orsøkin til, at hann er so vísur í, at ein nýggj kostnaðarmeting ikki broytir nakað, aðrar loysnir hava verið viðgjørdar.
Sjúrður Olsen vil heldur ikki hava sitandi á býráðssamgonguni, at hon ovbyrjar skattaborgaran í Tórshavnar kommunu við hesi útbyggingini.
- Jógvan Arge veit fullvæl, at tað eru inntøkurnar sum virksemið á Tórshavnar havn skapar, ið kemur at rinda útbyggingina. Eingin króna verður flutt úr kommunukassanum í Tórshavnar havn, eins og eingin króna heldur verður flutt úr Tórshavnar havn í kommunukassan. Soleiðis er tað, soleiðis hevur tað verið í nógv ár, og ongar ætlanir eru um at broyta hetta! Tað veit Jógvan Arge, skrivar Sjúrður Olsen.
At enda rættir Sjúrður Olsen Jógvani Arge eina útrætta hond og biður hann koma við aftur at hjálpa til í arbeiðinum at fremja útbyggingina.
- Hann kennir hana, tí hann hevur verið við til at arbeiða fyri henni. Og eg hevði fegin viljað hildið fram við at arbeitt saman við eisini Jógvani um at fremja hetta stóra, víðskygda mál, sum fer at hava so stóran framburð við sær, bæði fyri kommununa og landið, skrivar hann.