Fótbótssambandið upplýsir, at fólk, sum orsaka av breki, mugu hava hjálparfólk við sær, tá tey fara á Svangaskarð at hyggja at landsliðnum, eiga rætt til ókeypis hjálparfólk við sær.
Hugsað verður t.d. um fólk, sum sita í rullustóli. Onkur fyrispurningur hevur verið, og nú hevur FSF tikið tað støðu, at hjálparfólkini skulu sleppa ókeypis, meðan tey brekaðu gjalda vanligt atgongugjald. Fyri at fáa ókeypis atgongumerki er neyðugt at venda sær til skrivstovuna hjá Fótbóltssambandinum, sum hevur telefon 1 6707. jh