Hjálpti løgregluni at finna stolnan bil aftur

Biltjóvurin er tikin og skuldsettur

Í nátt varð ein bilur stolin í Havn. Tjóvurin fekk sær fatur á lyklinum og fór avstað við bilinum. Men løgreglan sigur, at fólk, sum sóu mannin, og vistu at bilurin var stolin, ringdi til løgregluna at boða frá, hvar hann var staddur.

 

Løgreglan sigur, at tað eydnaðist teimum at fáa fatur á bæði bili og biltjóvi. Bilurin hevði ongan skaða fingið og biltjóvurin er skuldsettur í málinum.